BMW afturkallar 324.000 bilar

Týska bilfyritøkan BMW hevur valt at afturkallað 324.000 dieselbilar í Evropa, aftaná tað er staðfest, at ein tekniskur feilur kann elva til, at eldur kyknar í motorin.


Hetta hendir í kjalarvørrinum av, at bilfyritøkan mátti afturkallað 100.000 BMW bilar í Suðurkorea, aftaná at eldur kyknaði í motorinum á 30 bilum í Suðurkorea. Tað skrivar Ritzau, ið endurgevur týska blaðið Frankfurter Allgemeine Zeitung.


Sambært Ritzau hevur bilfyritøkan tó ikki fingið nakra fráboðan um trupulleikar við bilunum í Evropa, ið nú skulu ein túr á verkstað at kannast.