Blur hevur almannakunngjørt, at teir fara at geva út 65 løg, sum enn ikki eru útgivin.
Hetta er liður í einari størri verkætlan, har teir ætla at geva nýggjar útgávur av gomlum fløgum út, tí teir nú hava verið 21 ár á tónleikapallinum. Teirra fløguboks fær heitið 21.
Bretski poppbólkurin fer at endurútgeva allar sjey studiofløgurnar tann 30. Juli, og verða eisini bonusløg at finna á fløgunum. Í boksini vera eisini 65 løg, sum ongantíð eru givin út, tríggjar DVD fløgur, og ein collectors edition bók, sum
inniheldur privatar myndir, umframt eina samrøðu við bólkin.
Allar tær gomlu studiofløgurnar eru framleiddar av nýggjum.
Blur skulu eitt nú framføra, tá ið OL verður í London í summar, men eftir hetta sær ikki út til, at meira er á skránni hjá vælumtókta bólkinum. Blur menninir hava sagt við The Guardian, at teir vænta, at OL konsertin verður tann síðsta konsertin hjá Blur.








