Tað eru 12 ár liðin, síðani bretski bólkurin gav seinastu útgávuna út. Nú hevur bólkurin boðað frá, at nýggj útgáva kemr frá bólkinum tann 27. apríl. Útgávan hevur fingið heitið The Magic Whip.
Bólkurin ætlar sær eisini á pallin aftur, og millum annað skal Blur framføra í Hyde Park í London 20. juni.
Sangarin í Blur, Damon Albarn, hevur seinastu árini verið virkin sum solistur í bólkinum Gorillaz.
Blur hittaði í 1990’unum við sangum sum Country House og Song 2.









