Blunt aftur á toppinum

James Blunt steyk leygarkvøldið upp á toppin á 15 teimum bestu. Nýggja hittið hjá bretska sangarnum er ein still ballada, sum føroyskir ungdómar rættiliga hava tikið til sín.

 Goodbye My Lover kallast lagið, um eftir eina viku sum nummar 2 á 15 teimum bestu, nú er nummar 1. Black Eyed Peas eru nummar 2 á listanum, meðan Høgni Lisberg liggur sum nummar 3.
Føroyingurin Johan Petersen stendur á odda fyri rocktroini Fuzzphase, sum er virkin í Danmark. Bólkurin kom beinleiðis inn sum nummar 5 á 15 teimum bestu leygarkvøldið við sanginum What's Wrong With You.