Bluesupptøka á Seglloftinum

Froðbiar Sóknar Bluesorkestur bjóðar til upptøkukonsert á Seglloftinum leygarkvøldið. Bólkurin hevur gjørt vart við seg og hevur inniligar framførslur á palli, og limirnir síggja ikki út til at ivast eina løtu í, at teir meina nakað við tað, tá teir spæla blues live.

Froðbiar Sóknar Bluesorkestur bjóðar nú til upptøkukonsert á Seglloftinum, leygarkvøldið 26. februar kl. 21.30.

 

- Komið øll og verið við til at skapa tann heilt rætta live- bluesstemningin á upptøkuni, bjóðið vinum og grannum og langommum við! Og tá tit eru okkara gestir, er sjálvandi ókeypis atgongd, verður sagt í tíðinaskrivi.

 

Eyðun Ásason stendur fyri upptøkuni.