Bluesperlan á Reinsaríinum

Skráin í ár er sera fjølbroytt, og er útlendska navnið Big Creek Slim.

Aftur í ár verður Bluesperlan hildin á Reinsaríinum í Havn. Tiltakið verður 7. apríl 2018, kl. 19.00
Undanfarnu ár hevur hetta blueskvøld í apríl verið karmur um nakað av tí besta á føroyska bluespallinum, umframt at kend útlendsk nøvn hava luttikið á hvørjum ári.


Skráin í ár er sera fjølbroytt, og er útlendska navnið Big Creek Slim, sum umframt aðrar prísir hevði tann heiður at vinna prísin fyri Best Blues Album 2016 á Danish Music Awards.


Eisini luttaka kendi Kristian Holbæk, sum saman við Bluesgarpunum framføra teirra eyðkenda suðuroyar-blues, hesaferð við unga og evnaríka Óla Holbæk Mortensen á guitar.


Ein forkunnug perla á ársíns BluesPerlu eru Crawling Blue, við Una Debess á odda.
 Hesin bólkur hevur ikki verið á palli í eini 8 ár, so hendan framførslan má sigast at verða rættuliga forkunnug. Teir framføra løg av fløguni The Well, sum teir góvu út í 2009.


Blueskvartettin er mannað av drivnum tónleikarum vit kenna betur frá jazzumhvørvinum, men fara teir hetta kvøldið at spæla kend jazzut bluesløg frá seinastu 50 árunum, umframt heimagjørd løg.




Eddie & The Bulldogs spældu fyrstu ferð á Bluesperluni í 2017, og eru aftur við í ár. Stilurin hjá teimum er m.a. tengdur at bluesinum sum t.d. Eric Clapton, Rolling Stones, Cream tóku til sín í seks- og sjeytiárunum.