Amerikanski bluesguitarleikarin, blueshetjan Walter Trout, er deyða sjúkur. Læknar hava givið honum 90 dagar at liva í, fær hann ikki skift livrina.
Hetta er kostnaðarmikið, og Trout, ið er afturfarin heili 50 kilo, orkar ikki longur at fara á tónleikaferð og vinna pening, so vinir - og konan og 3 børn teirra, hava gjørt eina heimasíðu, har til ber at hjálpa, um ein vil tað.
Hetta skrivar www.gaffa.dk.
Trout kom fram sum guitarleikari í Cannes Heat. Síðani fór hann til legendariska John Mayall and The Bluesbreakers. Tá hann fór frá teimum í 1989, legði hann lunnar undir Walter Trout Band, sum høvdu undanvind í Europa.
Bluesáhugað á okkara leiðum kennast óivað við navnið Walter Trout.
Er ein áhugaður í at hjálpa, so ber til at trýsta her: http://www.youcaring.com/medical-fundraiser/walter-trout-needs-a-new-liver-you-can-help-/151911