Blues Perlan er heitið á nýggjum tónleikatiltaki, sum verður eitt afturvendandi tiltak hvørt ár fyrst í apríl mánað.
Fyrsta tiltakið í røðini, verður leygarkvøldið 5. apríl í Perluni í Tórshavn.
Møguleiki er at keypa sær okkurt gott undir góman og njóta góðan blues tónleik.
Dyrnar lata upp kl 18.00.
Lutakarar á Blues Perluni 2014:
Debess Blues Station
Froðbiar Sóknar Blues Orkestur
Sámal Ravnsfjall
Holgar
Sigmund
Blueberry Jam Session
Punjab