Blues og Jens Marni í Klaksvík

Fríggjakvøldið verður góður livandi tónleikur við ongum øðrum enn

Jens Marna Hansen, ið fer at spæla í Club 700 sum heldur til

í hølunum hjá gamla Klaksvíkar Klubba. Lagt verður upp til eitt hugnaligt

kvøld við livandi tónleiki frá Jens Marna á ovaru hæddini, og í niðaru

hæddini verður diskotek við DJ-K1.

 

 

Leygarkvøldið verður eisini góður livandi tónleikur við Una R. Debess

& Edvard Nyholm Debess, so talan er um eitt satt blues kvøld á loftinum.

Í niðaru hædd verður diskotek við DJ-Cool.