Hetta vikiskiftið fer Fortuna at seta fokus a blues tónleikin. Hesin tónleikur sum hevur inspirerað so nógvar tónleikarar runt allan heim ígjøgnum fleiri ára tíggir líka fra Elvis, B.B. King til Eric Clapton. Jú, nógvir av heimsins bestu tónleikarum hava sín uppruna úr hesum tónleiki. Og hvat er meira hóskandi enn at fáa tveir teir bestu blues tónleikarnir í Føroyum at vísa okkum hvussu blues ljóðar, tá tað er best. Uni Reinert Debess og Brandur Jacobsen fara at framføra blues tónleikin í Fortuna nú leygarkvøldið. Uni og Brandur kenna flest øll fra bólkinum Go Go Blues sum vann Prix Føroyar kappingina í 2005. Í dag spæla teir við bólkinum Crawling Blue, sum um ikki so langa tíð verða fløgu aktuellir.Uni syngur og spælir guitar, ímeðan Brandur spælir percussion, nakað ið vit ikki hava hoyrt og sæð í Fortuna fyrr.
Uni og Brandur fara á pallin á midnátt og um somu tíð fer DJ 150 at spæla allan tann nýggjasta popptónleikin í diskotek Barok.