Blue Water Arena roykfrítt

- Hetta er ikki fyri at gera seg inn á roykjararnar, men fyri at taka atlit til tey, sum ikki roykja, sigur stjórin í Sport & Event Park Esbjerg, Niels Bækgård.

Frá sunnudegnum 17. februar at rokna verður fullkomið roykiforboð á stóra fótbóltsstationøkinum - Blue Water Arena – í Esbjerg. Fyrsti dystur undir nýggju treytunum á økinum verður sunnudagin millum EfB og Brøndby.

 

Tað er Sport & Event Park Esbjerg og EfB Elite A/S, sum í felag hava tikið avgerðina at seta í verk fullkomið roykiforboð allastaðni á økinum hjá Blue Water Arena.

 

Tað upplýsir stjórin í Sport & Event Park Esbjerg, Niels Bækgård.

 

Blue Water Arena hevur havt avmarkað roykiforboð við avmerktum roykiøkjum síðan 2015, men nú er so avgjørt at seta í verk fullkomið roykiforboð fyri alt økið, og forboðið er eisini galdandi fyri sonevndar e-sigarettir.

 

- Orsøkin til, at vit nú gera stadionøkið roykfrítt er ikki fyri at gera seg inn á roykjarar, men fyri at taka atlit til tey, sum ikki roykja. Vit hava havt roykiøki, men vit halda ikki, at hetta hevur riggað serliga væl, sigur Niels Bækgård.