Blue Bird virðisløntur

Føroyski filmurin Bye Bye Blue Bird er virðisløntur við Norddeutcher Rundfunk virðislønini

Føroya einasti filmsleikstjóri vann á stevnu í týsklandi miklan heiður.

Filmurin Bye Bye Blue Bird hjá Katrini Ottarsdóttir, var saman við 100 filmum umboðaður á filmstevnu í Lubeck, ið endaði 7. november.

Føroyski filmurin fekk høvuðsvirðislønina, Norddeutcher Rundfunk virðislønina.

Við virðislønini fylgdi prýðilig standmynd og 25.000 D-markar. Hetta svarar til 95.000 krónur.

Eisini keypti ein norðurtýsk støð rættindi til at vísa Bye Bye Blue Bird.