Blottari skuldsettur

Ein ungur maður, sum vísti seg fyri nøkrum stórum smágentum á Argjum í seinastu viku, er skuldsettur fyri blygnaðarskemd í fleiri førum

Maðurin, sum í seinastu viku vísti seg fyri smágentum á Argjum, er nú skuldsettur.
Hósdagin í seinastu viku fekk løgreglan í Havn fráboðan um, at ein maður hevði nektað seg framman fyri nøkrum stórum smágentum.
Hetta hendi við eitt byggipláss á Argjum, upplýsir Bergleif Brimvik, leiðari á kriminaldeildini á politistøðini í Havn.
Ein 13 ára gomul genta tók myndir av manninum við fartelefon síni, umframt at hon eisini fekk myndir av bilinum, hann koyrdi í. Løgreglan kundi so lesa nummarplátuna og handtaka mannin.
Maðurin verður nú ákærdur eftir grein 323 í revsilógini um blygnaðarskemd, sigur Bergleif Brimvík. Hann sigur, at hetta er ikki fyrstu ferð, hesin sami maður hevur verið úti um seg.
Hann hevur eisini ein dag í januar verið á sama stað og víst seg. Tá fyri eini 11 ára gamlari gentu.
?Tað kann vera, at hann eisini í øðrum førum, sum vit ikki vita um enn, hevur víst slíkan atburð, sigur leiðarin á kriminaldeildini, sum vil frætta, um so skuldi verið.
Løgreglan metir myndirnar frá fartelefonini sum nóg gott próvtilfar at fara í rættin við, sigur Bergleif Brimvík. So er tað upp til rættin hvat gjørt verður við málið.
Revsiramman kann eftir grein 323 vera upp til fýra ára fongsul fyri tað, sum á lógarmálið verður nevnt blygnaðarskemd. Tó er møguleiki fyri at linka dómin til hefti, bót ella kanska treytaðan dóm, har viðkomandi verður settur í viðgerð, greiðir kriminalleiðarin frá.
Umframt hesar báðar hendingarnar á Argjum, er maðurin, sum nú er skuldsettur, ikki frammanundan kendur av løgregluni.