Bloomberg stillar ikki upp

Leingi hevur ljóðað, at borgarstjórin í New York, Michael Bloomberg, ætlar sær at stilla upp til forsetavalið í heyst. Men í gjár segði hann í einari sjónvarpssending, at hann stillar ikki upp hesaferð.

 

Michael Bloomberg var upprunaliga limur í demokratiska flokkinum. Hann fór seinni upp í republikanska flokkin og varð valdur til borgarstjóra í New York sum republikanari. Men síðani valið er hann eisini farin úr republikanska flokkinum, so nú er hann uttanflokkamaður.