Blondinan er krútsterk, so sterk sum rúsdrekkalógin loyvir - 5,8 % ABV.
Fyri líka at taka upp aftur Sct. Brigid-røðin, so var Sct. Brigid Ale (tann reyða, 5 stjørnur) hin fyrsta í røðini, eftir írskum leisti. Sct. Brigid IPA (tann grøna, 3 stjørnur) við enskum íblástri var næst. Triðja ølin, Sct. Brigid Boheme (tann bláa) er bryggjað eftir kekkiskum leisti. Sct. Brigid Blond, ið vit so natúrliga kunna kalla ta gulu er so bryggjað við íblástri frá belgiskari bryggi-mentan. Talan er um yvirgerað bjór, sokallað ale-slag.
Bjórin, ið skal skeinkjast køld í høgum klænvaksnum gløsum hevur vakran tættan, gyltgulan og gruggutan lit. Grugg hugsar onkur beinanvegin? Her má okkurt vera galið. Nei, Annika Waag, bryggjari, hevur valt ikki at filtrera ølið. Tískil er hon óklar og gruggut av ger-restum. Hetta ber boð um dygd og eigur als ikki at ræða nakran. Heilt vanligur siður hjá fremstu bryggjaríum, ið gera øl av slagnum Blonde og Weiss. Tað ófiltreraða ølið varðveitir nógv fleiri tónar í bæði anga og smakk enn tað filtreraða. So hetta er at gleðast um. Hvíta krúnan av froða er stór, tøtt og livir leingi. Angin er sera samansettur av onkrum frískligum, onkrum breyð-kendum, onkrum krydd-kendum og undirtónar av banan. Í smakkinum skilir ein beinanvegin, at hetta er heilt serlig vøra frá Føroya Bjór. Skilir seg heilt frá pilsnara-stílinum, ið bryggjaríið í Klakksvík er kent fyri. Hetta er nakað heilt annað. Ikki tí at nakað er galið við pilsnari, men sløgini skula bara ikki samanberast. Sera stór og rund fylla í smakkinum, ið tó samstundis er bæði samansett og frísklig løtt við nógvum fínum tónum. Hveitibreyð, sitrón, appilsin, koriandur, baraldur og so undirtónar av elegantari humlu og malti. Her er heilt sikkurt latið ivaleyst í av øllum! Kanska besta bjórin frá Føroya Bjór nakrantíð. Langur eftirsmakkur av øllum hesum løttu tónunum. Blondinan stendur ikki aftanfyri aðrar bjór av hesum slagi á heims-marknaðinum. Tað tori eg at siga. Hóskar væl til fisk við kraftmiklum tilhoyri. Eitt meistaraverk frá Anniku Waag. 6 stjørnur ******










