Fyrst í februar flutti Blómuhúsið við Norðskála, sum hevur húsast í somu hølum, sum skógvahandilin Lissan, oman í nýggja Á-handilin.
- Vit hava verið her niðri í stívliga tvær vikur, og eg haldi, at fólk hava tikið væl ímóti okkum.
Haraldur Símunarson Hansen sigur, at afturmeldingarnar, sum tey hava fingið, eru góðar, og umstøðurnar eru eisini nógv rúmligari, enn tær vóru.
- Hetta gevur okkum eisini nýggjar møguleikar, leggur hann aftrat.
Tað eru Haraldur Símunarson Hansen og Marjun Thomasen Olsen, sum eiga og reka Blómuhúsið og Urtagarðstænastuna.










