Hilmar Simonsen hevði eitt jánkasligt og hálvfjákut aftursvar.
Niðurstøðan av tí er, at hann als ikki hevur lisið nevndu bók, sum afrikanska Moyo hevur skrivað. Sostatt skilir hann als ikki grundgevingarnar. Men svar hansara er eitt týðuligt NOY!
Hann biðjur okkum koma í gongd (við frælsinum). Tað hava nógvir landsmenn verið í stórthundrað ár. Men ómegd og imperialisma (fólkaatkvøða og hervald) hevur higartil klárað at hildið tørn í sokallaða »ríkisfelagsskapinum«.
Eisini samanber hann okkum, ið trúgva á eitt føroyskt framtíðarlív – uttan blokk, við Erasmus Montanus. Ein skemtilig roynd. Men.
Eru nakrir Erasmussar í Føroyum, so eru tað øll tey, ið dúva á danskar blokkmylnusteinar. Hjá stuðulsfjepparum er so onki flúgvandi vit!
Einar frælsar Føroyar fara at gerast væl betri fyri fíggjarliga enn verandi støða er. Minnist til regluligu oyðandi bankakrakkini, tíggjunda hvørt ár.
Lærið tykkum bara eitt lítið sindur um nasjonaløkonomi, og tit koma til somu niðurstøðu. Tit kunnu kanska byrja við at lesa bókina hjá Moyo á føroyskum, men tað tora tit kanska ikki!
Vit hava einans eitt sera avmarkað fólkaræði. Og tað er ikki í ordan. Hvørki so ella so.










