Tey flestu, sum eru bangin fyri fullveldinum, ræðast tað, at blokkstuðulin verður tikin úr føroyska búskapinum. Men hevur blokkurin veruliga verið so góður fyri Føroyar? Upp á stutt sigt er sjálvandi gott at fáa eina peningagávu, men upp á longri sigt hevur blokkurin givið okkum ein falskan tryggleika ella ongan tryggleika. Vit kenna øll søguna um 80?ini, tá ið øll trøini vuksu upp í himmalin. Blokkurin hjálpti okkum tá til at hava eina ovurnýtslu, sum ongan enda hevði. Endin gjørdist tó bráður og vit kenna eins væl søguna um 90?ini. Nógv húski máttu fara úr húsum sínum, arbeiðsloysið herjaði og 5000 føroyingar flýggjaðu av landinum.
Neyð lærir nakna kvinnu at spinna og nú eru aftur góðar tíðir. Fullveldið nærkast og arbeitt verður við eini ætlan at fáa blokkin úr føroyska búskapinum, so vit ikki gera sama mistak sum í 80?inum. Vandin fyri at gera sama mistak spøkir nevniliga aftur. Stórt trýst verður, hvønn dag lagt á Landsstýrið um at játta meiri pening til alt millum himmal og jørð. Men enn er líkt til, at fíggjarmálaráðharrin Karsten Hansen megnar at standa móti trýstinum.
Tað er tí upplagt, at skera blokkin niður skjótast gjørligt, áðrenn hann aftur skal fíggja eitt ein ovhitaðan føroyskan búskap. Best hevði verið, um samgongan longu hevði skert blokkin, men ein slík víðgongd broyting krevur, at fólki verður spurt fyrst.
Vit klára okkum
uttan blokkin
Komandi ár verður væntadi eitt yvirskot á fíggjarlógini upp á 449 mió. Av útreiðslum landskassans fara 188 mió at gjalda rentur til danir. Einar skuldarfrár landskassi hevði sostatt kunnað minkað blokkin, sum er 969 mió., við 637 mió uttan at vælferðin hevði merkt nakað. Sostatt vænta einans 332 mió í fyri at ein skuldarfríur landskassi kundi klára seg uttan blokkin. Ein lagalig skiftistíð skuldi kunna gjørt, at vit megnaðu at seta okkurt í staðin fyri hesar 332 milliónirnar. Eg veit væl, at fiskiskapurin hevur verið serliga góður og rentan serliga lág. Men ætlan landsstýrins er ikki at kvetta blokkin burtur frá degi til dags.
Eg veit eisini væl, at danski statskassin hevur aðrar útreiðslur av Føroyum so sum, løgreglu, hervald, uttanríkistænastu og rættarskipan. Hervaldið nýtast vit ikki, men løgreglu, rættarskipan, uttanríkistænastu o. a. skulu vit eftir eina skiftistíð sjálvandi megna at gjalda sjálvi. Eitt annað er, at hervaldið hevur hevur helst givið dønum fleiri inntøkur av Føroyum, enn allar útreiðslurnar teir hava havt av okkum. Tað verður eisini tosað um, at ein uttanríkistænasta kemur at kosta, men virði av uttanríkistænastuni, eri eg rættuliga vísur í, er nógv størri enn útreiðslurnar. Spyr bara íslendingar.
Vit eiga at minka tí blokkin so skjótt sum gjørligt. Annars er vandi fyri at fyri at okkara búskapur kollsiglir aftur, og vit enda í somu støðu sum í 1992.
Vit eru ikki býttari
enn onnur fólk
Tað skuldi ikki veri nakað, sum forðar Føroyum, at framleiða eins nógv fyri hvønn íbúgva og onnur lond. Vit eru so avgjørt ikki býttari enn onnur fólk. Fólki er væl útbúgvi og fá lond hava so nógv tilfeingi sum Føroyar. Tað einasta sum skal til, er at vit læra at umsita okkara tilfeingi. Eingin skuldi verið betri førur fyri at stýrt Føroyum enn føroyingar sjálvir. Tað krevur bara, at vit fáa øll tey neyðugu amboðini at stýra okkara landi. Vit mugu hava ræði á øllum viðurskiftum, sum hava við Føroyar at gera, og tað er tað sama sum at fáa fullveldi yvir okkara egna landi.
Rói Joensen
limur í Unga Tjóðveldinum









