Men eitt vantar tíverri. Hetta er fortreytin fyri at vit kunnu fáa eitt liviligt samfelag:
Blokkurin er ikki skorin niður á null!
Hetta er ein katastrofa!
Øll vita vit, at tað er arbeiðið fyri at framleiða vørur og tænastur, sum ger at vit sjálvi og samfelag okkara kann yvirliva.
Allar royndir vísa, at hevur eitt samfelag avlop á sínum samskifti við umheimin, so loysir tað seg verri at framleiða nakað í hesum landi.
Av tí at teir, sum samtykkja okkara fíggjarlóg, lata um seg ganga, at vit taka ímóti blokkinum, skapa teir eitt kunstigt yvirskot á okkara samskifti við umheimin. Harvið loysir tað seg verri at framleiða vørur og tænastur, og tí er ikki brúk fyri føroyingum í Føroyum.
Landsbankastjórin vísir á, at íløgurnar í vinnulívið í Føroyum eru ov lítlar. Hetta er greitt, tí orsakað av blokkinum er tað óðamannaverk at gera íløgur í føroyskt vinnulív. Tann, sum ger slíkar íløgur, kann eins væl blaka pengarnar á bláman.
Heilt øðrvísi hevði støðan verið um vit ikki høvdu blokkin at dragast við. So høvdu vit verið noydd til at gera umstøðurnar soleiðis, at tey ungu, sum hava góð hugskot til nýggjar fyritøkur, fingu alla ta hjálp, sum samfelagið á nakran hátt kundi veitt teimum. Skjótt høvdu vit sæð samfelag okkara blóma og tjóð okkara fjølgast.
Hetta er tað, sum okkara politikarar ikki sóu, tá teir gjørdu fíggjarlógina fyri 2008. Teir vóru blindir, og tann, sum guðarnari vilja revsa, blinda teir fyrst.
Men eru tað bara okkara politikarar, sum hava skyldu til at taka rættar avgerðir? Hvat við teimum donsku, teir játta jú blokkin sum ger okkum so stóran skaða?
Teir nógvu politikarar, sum sita á fólkatingi, hava ikki stóran áhuga í at fáa hetta misfostur burturbeint. Teir eru valdir í Danmørk, og fata hesa játtan sum eitt bíligt gjald fyri at fáa føroyingar at tiga. Tað ger teimum ongan mun, at henda játtan ger Føroyum skaða.
Men har eru tveir politikarar, sum skuldu røkt politikk til gagns fyri Føroyar. Hetta eru teir báðir føroysku fólkatingsmenninir.
Hví seta teir ikki, tá ið danska fíggjarlógin verður viðgjørd, eitt uppskot fram um at tann broyting verður gjørd, at játtanin til blokkin verður broytt frá 700 milliónum niður á null? Harvið høvdu teir gjørt vart við, at teir ikki góðkendu, at verandi landsskaðiliga virksemi heldur fram.