Vit eru greið yvir at hetta er ein kostnaðarmikil byrða, men vit vita eisini at hetta er neyðugt. Fíggingina av samfelagnum hava vit av skatti, tolli og so nakrir snøklar, men ikki so lítið av hesi fígging kemur frá blokkinum.
Nærum allur peningurin frá blokkinum verður nýttur til vælferðargeiran, tí júst henda partin av samfelagnum hava javnaðarflokkurin og sambandsflokkurin staði saman um, teir sonevndu heimastýrisflokkarnir, nú meira samríkisflokkarnar.
Serliga javnaðarflokkurin er ein borgan fyri tey minni mentu, og teimum sum eru illa fyri, so ella so. Hetta, sum er uppbygt, eiga vit sjálvandi at varðveita, men vit verða kanska noydd at umraðfesta fíggingina, finna aðrar inntøkur ella at spara. Til tað seinna er loysnin nokk at spara innan tað almennu fyrisitingina.
Vit hava ov nógv aðalráð, og tað eru alt ov nógv økir sum yvirlappa, ella sagt øðrvísi: Fleri hendur gera sama arbeiði. At finna aðrar inntøkur er annaðhvørt at hækka skatt og toll, ella at økja virksemið soleiðis at allar hendur arbeiða, og arbeiða meira. Tað er ongin loysn at hækka skattin, tí tey lægst løntu eru nógv verri fyri enn tey flestu geva sær far um.
Tað sum kortini kundi verði hugsað um er ein skattastigi, har teir breiðastu herðarnar bera størri byrðina. Og hví ikki byrja við løgtingsfólkunum, har tey flestu hava minst tvey størv ella fleiri.
Sjálvstýrisflokkarnir, yvir ein kamb, vilja hava blokkin minkaðan ella heilt avtiknan. Tað sum er ræðandi í hesum er, at tey hava onki boð um, hvussu so vælferðarsamfelagið skal fíggjast. Tey vilja ikki fara niður í løn, og tey vilja ikki gjalda meira í skatti, hóast tað hevði víst samfelagssinni. So langt røkka teirra romantisku sjálvstýrisdreymar kortini ikki.
Blokkurin er partur okkara av ríkisfelagsskapinum, hann er okkara rættur og má ikki tódna meira.
Levi Mørk valevni fyri allar Føroyar
Javnaðarflokkurin