Ríkisveiting
- Tað hevði verið eitt veldugt afturstig!
Jóannes Eidesgaard, løgmaður, er hart ímóti uppskotinum um at danska ríkisveitingin til Føroya, skal regulerast eftir, hvussu fiskaprísurin á heimsmarknaðinum eru.
Hetta var annars eitt uppskot, sum er reist í kjalarvørrinum á ráðstevnuni, sum Norðuratlantsbólkurin í fólkatinginum skipaði fyri í Danmark.
Jóannes Eidesgaard sigur, at hendir tað, fer tað at elva til ein passivan og líkasælan búskaparpolitikk í Føroyum og tað er hann ikki sinnaður at vera við til.
- Tað fer at føra við sær, at tað krøvini til ein føroyskan búskaparpolitikk fara at linka, tí so vita vit, at gongur tað ikki, so fáa vit bara meiri blokk.
- Tað hevði verið eitt veldugt afturstig fyri okkara fíggjarliga sjálvræði og fyri royndirnar at skipa ein sjálvberandi búskap.
Hann heldur tvørturímóti, at føroyingar eiga at føra ein virknan politikk, har endamálið er at mótvirka teimum sveiggjum, sum eru í einum búskapi, sum okkara, sum er so viðbrekin, alt eftir, hvussu tað gongst í fiskivinnuni.
Júst hetta metir hann eisini sum eina avgjørda fortreyt í royndunum at menna ein sjálvberandi búskap.
- Skal blokkurin regulerast upp og niður, fer tað eisini at skerja okkara búskaparliga frælsi munandi, tí tá vera tað politikarar úr einum øðrum landi, sum koma at gera av, hvussu stórur, blokkurin skal vera.
Kann minkast so hvørt
Jóannes Eidesgaard sigur, at endamálið við ríkisveitingini, er at varðveita áleið sama livistøði í Føroyum, sum í Danmark.
- Og verður avleiðingin, at vit noyðast at skerja okkara vælferðartænastur, góðtaka vit ikki, at blokkurin verður skerdur.
- Hinvegin vita vit, at nú hækkar blokkurin ikki aftur, tí nú gongur hann bara ein veg og tað er niðureftir.
Men løgmaður er ikki samdur í at blokkurin skal óloysiliga tengjast at teimum ymsu málsøkini, so at hann av sær sjálvum minkar, tá ið málsøki verða yvirtikin.
Hinvegin heldur hann, at tað, sum honum dámar best, er, at blokkurin verður minkaður, so hvørt føroyska samfelagið staðfestir eina inntøkuhækking.
- Tá fer ein niðurskurður í blokkinum ikki at merkja, at tað eisini verður neyðugt at skerja vælferðartænasturnar.
Hann sigur, at tað er eisini hendan hugsjónin, sum liggur aftanfyri undirgrundaravtaluna, har tað stendur, at finna føroyingar olju, skulu samráðingar verða um blokkin.
Hann hevur tó onki boð uppá, hvussu ein slík skipan skal gerast, har blokkurin minkar, alt eftir, hvussu inntøkurnar hjá samfelagnum hækka.
- Og her má talan verða um inntøkur, sum kunnu standa ímóti, tá ið fiskivinnan svíkur av teimum sveiggjum, sum altíð eru í henni.
- Men hann ávarar ímóti, at vara so ógvuliga til verka, sum undanfarna landsstýrið gjørdi, tí tíðirnar skifta og tær blivu altso ikki við at vera so góðar, sum tær hava verið seinastu árini.
- Tí er tað ein sera long tilgongd, at minka blokkin.
Og nakað áramál vil hann ikki seta á.
- Tey, sum seta áramál á og tey, sum halda, at blokkurin er skaðiligur, mugu eisini gera greitt, at so mugu vit eisini skerja vælferðartænastur.
Løgmaður leggur dent á, at hetta er hansara egnu sjónarmið, tí uppleggið hjá samgonguni til tær komandu samráðingarnar, sum verða næsta ár, ella í 2006, er ikki gjørt enn.
Genialt
Ananrs heldur hann, at ráðstevnan hjá norðuratlantsbólkinum í fólkatinginum at hava eina ráðstevnu í Danmark um búskapin í ríkinum, var ein heilt genialur leikur hjá Høgna Hoydal.
-Tá ið hann ikki megnar at fáa føroyingar at taka undir við sær, flytir hann føroyskan búskaparpolitikk til Danmarkar í eini roynd at fáa danskar politikarar at taka undir við sær.
- Tað heldur Løgmaður er undarligt, tí føroyskur fíggjarpolitikkur skal førast í Føroyum. Tað, sum Høgni Hoydal hevur gjørt, er ikki at ganga ímóti fólkaræðinum í Føroyum og tað má stórt spurnartekin setast við, sigur Jóannes Eidesgaard.
Annars væntar løgmaður, at politiska skipanin í Danmark er sterkari enn so, enn at hon letur seg taka av fótum av hesum.