Blokkurin hækkar bara 9 mió krónur

Seinastu dagarnar hevur løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen luttikið í hátíðarhaldinum hjá Margrethu drotning. Hann hevur eisini havt fleiri fundir, millum annað við danska forsætisráðharran, Helle Thorning Schmidt í dag. Eitt mál var spurningurin um ríkisveitingina.

Høvuðsmálið á skránni á fundinum við Helle Thorning var ætlaða ES regluverkið um tiltøk mótvegis londum, ið eru ósamd við ES um umsiting av felags fiskastovnum.

- Vit krevja okkara rættvísa part av samlaða stovninum. Vit samráðast við hinar partarnar á virðiligan hátt um býtið av makrelinum, men vit fara ikki at leggja okkara politikk eftir hóttanum uttanífrᔠsigur løgmaður, sum leggur dent á, at Føroyar hava góðar grundir til at halda fast um kravið at økja føroyska partin av samlaðu makrelkvotuni.

Løgmaður førdi fram, at makrelmálið setir ES limalandið Danmark, sum er í ríkisfelagsskapi við Føroyar, í eina óhepna tvístøðu. Hetta ger seg serliga galdandi í sambandi við danska formansskapin í ES. Forsætisráðharrin var samdur við løgmanni í, at málið er óheppið fyri Danmark, og lovaði, at Danmark fer at gera sítt til at ávirka málið í sambandi við viðgerðina í ES Ráðnum.

Ríkisveitingin var eisini eitt mál skránni, og eru tey samd um at fara frá meginregluni, sum hevur verið galdandi síðani 2002, at ríkisveitingin ikki skal hækka. Í ár er avtalað, at ríkisveitingin hækkar við sløkum 9 milliónum krónum, og í heyst verða samráðingar tiknar upp um ríkisveitingina fyri 2013.

Løgmaður hevði eisini fundir við Villy Søvndal, uttanríkisráðharra, og Nicolai Wammen, ráðharra í evropamálum.

- Hóast trupul og álvarslig mál vóru á skránni, prógvaðu fundirnir, at vit hava eitt gott samstarv millum Føroyar og Danmark. Forsætisráðharrin og eg eru samd um, at ríkisfelagsskapurin er til gagns fyri báðar partar, og vilja vit gera okkara fyri at styrkja felagsskapin frameftir” sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.