Blokkurin er skaðiligur

   

Jógvan Jacobsen
landsnevndarlimur Unga Tjóðveldisins
??????????
Árliga danska heildarveitingin hevur nakrar óhugnaligar fylgjur við sær. Fólkaræðið er í vanda, tá sonevndir óheftir fjølmiðlar og landsins stjórn forfylgja politiskum mótstøðufólki fyri at siga sína meining.
At danska heildarveitingin er skaðilig, er lítið at ivast í. T.d. verður prísstøðið kunstiga hildið uppi við teirri avleiðing, at føroyingar verða tað minni kappingarførir.
Men heildarveitingin er eisini skaðilig á aðrar hættir. Forstjórin í Føroya Banka, Jørn Astrup Hansen, segði herfyri, at danska heildarveitingin gjørdi kreppuna miklu størri, enn hon annars hevði verið. Jørn Astrup slapp at siga sína meining uttan at verða spiltur niður í sand og øsku afturfyri.
Hermann Oskarsson segði í sama høpi, at danska heildarveitingin ikki verður brúktur til at fremja nakra vælferð í Føroyum. Heldur verður blokkurin brúktur til at gera einstaklingar ríkar við. Men Hermann Oskarsson, ein føroyingur, slapp ikki líka væl sum danin Jørn Astrup Hansen.
So skjótt sum boðskapirnir hjá m.o. teimum báðum komu út um Føroya land fóru fólk at øsa seg upp. Nakað óhugnaligt fór í gongd í Føroya landi.
Ein øðilig útspilling fór í gongd. Føroyska stjórnarsamgongan og tíðindabløðini bæði Dimmalætting og Sosialurin umframt onnur fóru at spilla føroyingin Hermann Oskarsson út fyri at siga sína meining.
Tað løgna er, at danin, Jørn Astrup Hansen, slapp undan allari útspilling, hóast hann beinleiðis segði, at blokkurin er skaðiligur. Føroyingurin, Hermann Oskarsson, bleiv spiltur niður í sand og øsku, bara fyri at siga sína meining á flatlondum.
Av hesum komi eg til eina óhugnaliga niðurstøðu. Blokkurin er skaðiligur fyri fólkaræði og fyri talufrælsið. Dimmalætting og Sosialurin saman við landsins stjórnavaldi hava spilt ein føroying niður í sand og øsku fyri at siga sína meining alment. Men ein dani sleppur at gera sum hann vil.
Hetta er bæði rasistiskt og politisk forfylging. Forfylging av einum persóni, sum verður fataður sum politiskur mótstøðumaður. Og keldan til hesa rasistisku politisku forfylging er, sum vera man, blokkurin.
Alt hetta málið snýr seg um donsku heildarveitingina til Føroya lands. Og henda heildarveitingin hevur skapt eina sterka rørslu ímóti, at fólk, føroyingar, skulu sleppa at siga sína meining alment.
Hvør skuldi trúð, at blokkurin førdi til rasismu og politiska forfylging? Hvar er tað persónliga frælsið nú?
Er hetta prísurin, vit lata, fyri at taka ímóti 615 milliónum krónum um árið? Um so er, so haldi eg, at tað er uppá tíðina, at umhugsa um vit yvirhøvur ynskja hesar pengar.
Meiningin við blokkinum var alla tíðina - sambært sambandsfólki í hvussu so er - at tryggja eitt minstamát av vælferð í Føroya landi. Men nú mugu vit ásanna, at blokkurin onga vælferð tryggjar. Heldur tvørtur ímóti.