Blokkurin: Eingin avgerð í dag

Ein sendinevnd við Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharra, á odda hevur í dag í Keypmannahavn verið til samráðingar við donsku stjórnina um ríkisveitingina til Føroya fyri komandi ár.

Sambandsflokkurin fór til val við millum annað teirra valskrá, at tiðna blokkin, sum hevur verið frystur fastur síðani 2002. Upp til valið nevndi løgmaður, at ein tiðnan av blokkinum merkir ein meirstuðul frá donsku stjórnini upp á eitt stað millum 130 og 200 milliónir.

Undir fyrstu viðgerð av fíggjarlógaruppskotinum hjá landsstýrinum upplýsti Bárður Nielsen, fíggjarnevndarformaður, at ein framrokning av blokkinum til dagsvirði merkir 150 milliónir krónur meiri í stuðli.

- Hetta er tað, vit fara eftir, upplýsti Bárður Nielsen av løgtingsins røðarapalli.

Samráðingarnar fara fram í dag í Keypmannahavn, og sum fleiri ferðir hevur verið víst á, ber illa til at spáa um úrslitið, áðrenn samráðingarnar eru lidnar.

Undir fyrstu viðgerð av donsku fíggjarlógini vóru framsøgumenn ikki serliga sinnaðir at økja um stuðulin til Føroya.

Fyri løtu síðani frættist, at samráðingarnar eru endaðar fyri í dag. Kaj Leo Johannesen, løgmaður, segði við Kringvarpið aftaná fundin at partarnir løgdu fram síni sjónarmið. Hann ynskti ikki at greina hvat sum føroyingar hava lagt fram og ynskt.

Hvussu nógv blokkurin kann hækkast komandi ár er framvegis í óvissuni. Kaj Leo Johannesen, løgmaður, segði annars við Kringvarpið beint aftaná fundin at partarnir løgdu fram síni sjónarmið. Hann ynskti kortini ikki at greina hvat sum føroyingar hava lagt fram og ynskt.

Hvussu nógv blokkurin kann hækkast komandi ár er tí framvegis í óvissuni. Fundur verður aftur 20. januar 2012.