Mikudagin kl 12.00: Stendur nýliga samtykta sjálvstýrissamtyktin við komandi valskeið, fellur heildarveitingin úr Danmark burtur í 2005.
Hetta verða boðini frá danska forsætisráðharranum, Poul Nyrup Rasmussen, tá Fólkatingið um eina løtu fer undir eitt spurnarorðaskifti um støðuna millum Danmark og Føroyar.
Byrjar í 2002
Sosialurin veit, at danski forsætisráðharrin fer at staðfesta fyri Fólkatinginum, at avtalan, sum skal gerast um blokkstuðulin fyri 2002, verður fatað, sum ein liður í einari fýra ára langari skiftistíð.
Danska stjórnin fatar nevniliga sjálvstýrissamtyktina sum eina miðvísa fullveldisætlan. Og tí heldur hon fast við fýra ára longu skiftistíðina, sum hon boðaði frá, tá landsstýrið og stjórnin samráddust um fulveldisætlanina fyri einum ári síðani.
Støðu sína til sjálvstýrissamtyktina byggir danski forsætisráðharrin helst í fyrstu atløgu á, at samtyktin sigur, at øll málsøki, uttan tey, ið knýta seg at fullveldistøku, skulu vera yvirtikin í seinasta lagi 1. januar 2012. Og í aðru atløgu á orðingina, ið sigur, at Føroya fólk skulu taka støðu til fullveldistøkuna á fólkaatkvøðu.
Poul Nyrup Rasmussen hevur fleiri ferði gjørt greitt, at stjórnin hevur ta støðu, at politisk ábyrgd og fíggjarlig ábyrgd hanga saman. Og tá landsstýrið vil yvirtaka, má tað eisini gjalda, heldur danski forsætisráðharrin framvegis.
Átalar búskapargrunnin
Sjálvstýrissamtyktin hjá løgtinginum umfatar millum annað, at ein búskapargrunnur skal setast á stovn at viga upp ímóti mista blokkstuðulinum. Peningur skal koma í búskapargrunnin frá yvirskoti í Landsbankanum, møguligum oljuinntøkum, sølu av privatum ognum og frá blokkstuðulinum.
Men danski forsætisráðharrin heldur lítið um, at danir skulu senda blokkstuðul til Føroya at seta í ein grunn.
Tí fer hann í røðu sínari at átala hesari ætlan. Poul Nyrup Rasmussen fer at gera greitt, at endamálið við blokkstuðulinum er at fíggja parat av útreiðslunum hjá landskassanum, og ikki at fíggja ein búskapargrunn.
Fólkatingið í rygginum
Danski forsætisráðharrin hevur eitt samt Fólkating aftan fyri seg í framhaldandi hørðu linjuni móti Føroyum.
Sosialdemokratarnir, Vinstri, Konservativi, SF og Radikali Vinstri hava seinastu dagarnar havt eina samtykt liggjandi klára, ið sigur, at Fólkatingið framhaldandi stuðlar støðuni til Føroya-politikkin.
Flokkarnir taka útsagnirnar hjá forsætisráðharranum til eftirtektar og mæla honum til, at samráðast við landsstýrið um blokkin fyri 2002.