Eg hevði eina grein í bløðunum herfyri, har víst var á, at tann stuðul, Føroyar fáa frá Danmørk, er skaðiligur fyri livikor okkara. Hann rakar hart tey bleytu virðini!
Eingin hevur roynt at víst hesi framløgu míni aftur. Tey, sum skil hava, hava sostatt tikið undir við henni, og tað er at fegnast um.
Eftir er so at seta hetta í verk.
Nú fara danir at gera fíggjarlóg fyri árið 2009. Vit hava tvey umboð í tí fólkatingi, sum skal samtykkja fíggjarlógina.
Kunnu vit ikki við rímuligheit krevja av hesum umboðum okkara, at tey forða dønum í at halda fram við at gera okkum skaða við at senda okkum blokkin? Gera tey, sum vit hava sett okkara álit á, ikki tað, so verða tey medsek í teimum vanlukkum, sum blokkurin fær út yvir okkum.