Blokkstuðulin fer til skattalætta

Hækkaðu føroyingar skattin upp á sama støði sum danir, høvdu skattainntøkurnar næstan nøkta blokkstuðulin, heldur danska blaðið Jyllands-Posten

John Johannessen


Sambært útrokningum hjá ráðgevandi nevndini fyri Føroyar hjá danska forsætismálaráðnum, er skattatrýstið í Føroyum fallið ein fimting síðani 1993. Trýstið er fallið frá at vera á sama støði sum tað danska, ið er umleið 51 prosent, niður á 41 prosent.

Hesi tølini hevur danska blaðið Jyllands-Posten fingið fatur á frá forsætismálaráðnum á, og er tað komið til ta niðurstøðu, at føroyingar næstan ikki høvdu brúk fyri blokkstuðulinum úr Danmark, settu vit skattatrýstið upp á sama støði, sum tað danska.

Var føroyska skattatrýstið 51 prosent, hevði hetta givið føroyska samfelagnum eina økta skattainntøku á 700 til 800 milliónir krónur, og táttar hetta væl í ta upphædd á góðar 950 milliónir, danir í ár rinda Føroyum í blokkstuðuli.

Danska avísin, Jyllands-Posten, sigur seg skilja, at danska stjórnin ætlar sær at brúka roknistykkið í samráðingunum við donsku stjórnina fyri enn einaferð at sláa fast, at føroyingar gott kunnu gloyma tankan um, at blokkstuðulin kann halda fram, eftir, at fullveldisætlanin er framd í verki.


Føroyski skatturin høgur

Í samgonguskjalinum hjá føroysku samgonguni er sligið fast, at føroyska skattatrýstið skal lækka enn meira. Tí kann ikki hugsast, at skatturin verður hækkaður fyri at fáa blokkstuðulin inn aftur.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í sjálvstýrismálum, er ikki samdur við tølunum um, at føroyski skatturin er so nógv lægri enn tann danski. Hann vísir á, at vit í Føroyum hava nógv lægri lønarlag, enn danir hava, og harafturat hava vit nógv ymisk avgjøld. Tí heldur hann føroyska skattin kunna metast eins høgan, sum tann danska.


Styrkir landsstýrið

Landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum heldur annars, at roknistykkið hjá forsætismálaráðnum, sum Jyllands-Posturin hevur avdúkað, bert styrkir støðuna hjá føroyingum í fullveldismálinum.

? Nú dugi eg ikki at síggja nakrar grundgevingar yvirhøvur fyri, at vit ikki skulu fáa sjálvræði sum skjótast, sigur Høgni Hoydal.

Hesa útsøgn undirbyggir hann við, at vísa á, at júst tað, at danir viga føroyska skattatrýstið upp ímóti blokkstuðulinum vísir, at danir kunnu fara at blanda seg upp í, hvussu nógv føroyingar skulu gjalda í skatti framyvir og so framvegis, heldur verandi ríkisrættarliga støða fram.

Høgni Hoydal er vísur í, at vit fáa stykt føroyska búskapin munandi, tá vit hava fingið fult ræði og eru sloppin av við blokkstuðulin. Hann er eisini sannførdur um, at hetta fer at merkja, at samfelagið kann veita borgarunum tryggar og góðar tænastur, uttan, at tað fer at merkja hægri skattir.