Men hvussu skuldi ein slíkur blokkur verið í Føroyum? Onkur heldur, at Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi var ein upplagdur blokkur. Fólk á vinstraveinginum eru í Tjóðveldi, men har eru eisini borgarlig fólk. Sambandsfólk eru í Javnaðarflokkinum, og nógvir ljósareyðir borgarligir sosialdemokratar eru í Sambandsflokkinum.
Javnaðarflokkurin fekk fólkapensjónina ígjøgnum saman við Sambandsflokkinum í 1959. Hann fekk bæði Samhaldsfasta og Arbeiðsloysisskipanina saman við Fólkaflokkinum í 1991.
Nýggi formaður Javnaðarfloksins hevur proklamerað, at flokkurin er ein »samríkisflokkur«, og tá stórir sigrar hjá Javnaðarflokkinum eru hálaðir heim saman við Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum, so mugu vit staðfesta, at Javnaðarflokkurin trívst væl í borgarligum selskapi – og ja, føroyskur politikkur er forvirraður.
Vit mugu nokk viðganga, at tá man brúkar mestu kreftir í meira enn hundrað ár upp á at stríðast um bondini til Danmarkar – so verður talan um eina politiskt forvirraða tjóð...









