Blokkaráð

Tað var ein sjáldsama áhugaverd oddagrein, sum Sosialurin hevði hósdagin.

Har var blokkurin á lofti, og har var viðgjørt, á hvønn hátt vit kunnu sleppa sum frægast burtur úr tí fellu, sum hann er fyri okkum.

Har verður ført fram, at vit hava fyrimyndir í loysn av slíkum málum, og so er. Eitt er tann danski-føroyski mentanargrunnurin, sum verður víst á í greinini. Her var talan um, at føroyingar, sum í apríl 1940 lógu fastir í Danmark, fingu eina serliga stuðulsskipan, soleiðis at teir fingu pengar frá statinum at lesa fyri nú foreldrini í Føroyum ikki kundu hjálpa teimum. Tað vóru eisini nógvir, ið fingu lestrarstuðul, sjálvt um teir als einki høvdu fingið frá foreldrunum, og sum nú fingu útbúgving, sum ikki hevði komið upp á tal um henda SU-skipan ikki var fingin í lag fyri føroyskar lesandi fram um øll onnur. Her var talan um lán. Tey nógvu av teimum vórðu afturgoldin, og hendan upphædd gjørdist stovnsfæið í nevnda mentanargrunni.

Men hetta var ikki fyrstu ferð at hesin hugsunarháttur gav góð úrslit.

Fyrstu ferð hetta kom fram var tá Fríðrikur kongur áttandi (1906-12) átók sær at fáa eina skipan við Ísland, sum kundi fáa Ísland til framvegis at vera saman við Danmark. Makkari hansara í hesi roynd var Hafstein, ráðharri Íslands. Teir funnu fram til, at best var at einki var við pengingi millum hesi bæði lond. Leingi hevði Ísland fingið almiklan stuðul úr Danmark, men um 1870 gjørdu danir av, at hesin stuðul eftir 30 árum skuldi minkast niður í einki. Hóast hetta tíðarskeið var farið, vóru umleið 60.000 kr goldnar á hvørum ári frá Danmark til Íslands. Fríðrikur, Hafstein og danski forsætisráðharrin I. C. Christensen úr Vinstraflokkinum komu á samt um, at tað líktist ongum, at tað kundi sigast, at Ísland sum eitt sjálvstøðugt land fekk pening úr einum øðrum landi. Samstundis hildu teir, at tað var ósømiligt, at tað kundi blakast Danmark fyri, at tað fekk vinning burtur úr at Ísland gørdist sjálvstøðugt. Loysnin á hesum vandamáli gjørdist, at teir samdust um at gera ein grunn, sum var so stórur, at renturnar av honum svaraði til tær 60.000 krónurnar.

Nú fall uppskotið hjá hesum mætu monnunum, tí íslendingar hildu at tað rakk ov stutt. Í 1918 samdust danir og íslendingar í staðin um, at Ísland gjørdist eitt sálvstøðugt ríki, men í sambandssáttmálanum millum hesi bæði ríki var grunnaloysnin frá 1909 tikin við. Íslendingar settu peningin í universitet sítt, og tað hálpti tí væl í gongd, soleiðis at vit í dag hava um tíggju túsund studentar á hesum høga lærustovni. Høvdu vit føroyingar í mun til fólkatalið havt eins nógvar á okkara universiteti, høvdu vit havt einar 2000.

Nú rør Sosialurin fram undir, at vit fáa eina samsvarandi loysn á okkara millumverandi við Danmark. Hetta er eitt betri uppskot enn at halda fram við at fáa blokk. Hvørki fyri íslendingar ella fyri okkum ella fyri grønlendingar hava veitingarnar úr danska ríkiskassanum verið nøkur signing, og um so er at ein loysn við einum avloysaragrunni kann sleppa okkum burtur úr hesi vanlukku, so er tað at fegnast um.

Siga vit t. d. at tann blokkur, vit í dag fáa, verður avtikin, so skuldu vit í staðin fyri fingið útgoldið eina so stóra upphædd í henda grunnin, at rentan av upphæddini svaraði til tað sum blokkurin er. Siga vit at hann er 700 milliónir, so skuldi grunnurin við eini rentu upp á 4% verið 25 ferðnar so stórur, ella 17,5 milliardir.

Sosialurin heldur, at tað, grunnurin gevur av sær, skuldi verið brúkt til mentanarlívið í Føroyum. Hetta er eitt gott hugskot, og er hetta nakað sum stuðlar upp undir at gera okkara samfelag meira innovativt. Tað sum um ræður hjá øllum samfeløgum er at skapa eitt umhvørvi, har tey ið eru framtakshugaði fáa luft undir veingirnar.

Íslendingar gørdu sum nevnt tað, at teir settu grunsins pening í universitetið, og allastaðni vísir tað seg, at innovatión tekur dik á seg í universitetsumhvørvum. Har er mikil skapandi list at sígga, sjónleikir, filmir, skrivandi fólk, og tey ungu lesandi vera ávirkaði av hesum skaparavirki til sjálvi at royna seg innan síni fak.

Tað er tí neyvan nakað forgjørt í, at vit seta grunnin í okkara Fróðskaparsetur. Sum er skríður tað í skræðuni, men fekk tað ein slíkan grunn, hevði væl verið lynnt, og vit høvdu bæði kunnað bjóðað okkara egnu vísindafólkum góð kor og høvdu kunnað fingið fremstu útlendingar at fingið størv her hjá okkum.

Spurningurin er, um vit høvdu fingið ljóð fyri einum slíkum uppskoti sum hesum hjá Sosialinum. Tað er ikki óhugsandi, tí nú hava vit eitt landsstýri við einum javnaðarløgmanni á odda. Teir plaga at fáa undirtøku fyri góðum hugskotum hjá stórnini.