Verkfall og blokadur
Nú verkfall er, hava fleiri limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag spurt, um arbeiðarafeløgini hava loyvi at steðga ferðsluni og blokera virkir og fyritøkur, soleiðis sum gjørt varð undir verkfallinum í 2001. Ta ferðina kannaðu verkfalsvaktir eitt nú viðførisrúm í privatbilum og avbyrgdu virkir, ið mistu nógvan pening av blokadunum.
Hetta skrivar Vinnuhúsið í grein á heimasíðuni.
Roknað verður ikki við, at arbeiðarafeløgini verða líka so framlig hesaferð, tí nú hava bæði fútin, M.Nepper-Christensen og danska løgmálaráðið, sagt, at hesar blokadur eru ólógligar.
Feløgini kærdu
Tað vóru Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag, sum kærdu framferðina hjá løgregluni undir verkfallinum í 2001 til fútan.
Í apríl 2002 svaraði M. Nepper-Christensen kæruni hjá feløgunum. Í svarinum metir fútin ikki, at grundarlag er at finnast at arbeiðsháttinum hjá løgregluni undir verkfallinum, tí veruligur ófriður kundi tikið seg upp, um løgreglan ikki legði uppí.
Fútin sigur í svarinum:
"Politiet gav besked om, at de nævnte handlinger skulle ophøre. Der var forsamlet adskillige blokadevagter de omhandlede steder, og der forelå oplysninger om, at trafikanter blev udsat for blokader, ransagninger og anden usømmelig behandling, således at der var forstyrrelse af færdslen flere steder. Mange i befolkningen reagerede kraftigt på blokadevagternes handlinger, hvorfor der var nærliggende risiko for en direkte konfrontation mellem befolkningen og blokadevagterne. Derfor greb politiet ind."
Kærdu aftur?
Tá arbeiðarafeløgini høvdu fingið hetta svarið frá fútanum, avgjørdu tey at kæra málið víðari til danska løgmálaráðið, og haðani kom svar aftur í februar í ár.
Í svarinum tekur løgmálaráðið undir við øllum tí, sum fútin førir fram og afturvísir kæruni. Í skrivi til Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag leggur løgmálaráðið aftrat:
"Justitsministeriet kan særligt í relation til retsplejelovens paragraf 108 tilføje, at det efter ministeriets opfattelse ikke har betydning for anvendelsen af denne bestemmelse, at blokaderne alene var rettet mod den erhvervsmæssige trafik."
Vinnuhúsið staðfestir tí, at løgreglan sostatt hevur fullan rætt til at steðga blokadum, ið eru vendar ímóti vinnuligum virksemi.
- Nú ovasti myndugleikin fyri lóg og landaskili hevur váttað hetta, bíðar løgreglan neyvan leingi við at leggja uppí, verður vinnuligt virksemi kring landið blokerað, heldur Vinnuhúsið.