FÓLKASKÚLIN: av, at næmingar í 9. og 10. flokki í fólkaskúlanum sleppa til skrivliga roynd í summar, hevur landsstýrismaðurin við mentamálum, Óli Holm. Men blokadan ímóti allari próvtøkugerð, sum Føroya Lærarafelag setti í verk seint seinasta summar og sum framvegis stendur við, hevur gjørt, at ongar próvtøkuuppgávur eru gjørdar, í øllum førum ikki av føroyskum lærarum. Hinvegin hava næmingarnir í 9. og 10. flokki fingið at vita frá skúlanum, teir ganga á, at fráfaringarroynd fólkaskúlans og víðkaða fráfaringarroynd fólkaskúlans verður í mai sum vanligt. Spurdur, um næmingarnir kortini sleppa til skrivliga roynd og hvørjar próvtøkuuppgávurnar verða, hevur landsstýrismaðurin onga viðmerking. Hann vísir aftur á ábyrgdina hann hevur fyri, at næmingarnir sleppa til roynd.
- Skrivligu royndir fólkaskúlans eru ásettar at verða í tíðarskeiðinum frá 14. mai til 18. mai 2002, og tað er mín ábyrgd og skylda at síggja til, at hetta fer fram soleiðis sum longu er ásett, er viðmerkingin hjá Óla Holm til handan spurningin.
Sambært landsstýrismanninum kann tað ikki hugsast, at Mentamálastýrið útvegar próvtøkuuppgávur uttan fyri landoddarnar.
Semjan
Málið er fløkt, rættiliga viðkvæmt og ikki minst tørført at loysa.
- Tað er sera harmiligt, at málið er komið so langt, at blokada varð sett í verk, sigur Óli Holm.
Sjálvur knúturin er, hvør skal gjalda fyri røktina av søvnunum á skúlunum kring landið. Ivamálið er íkomið av, at ymsar tulkingar eru av semjuni, sum varð gjørd millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið eftir drúgva verkfallið á vári fyri tveimum árum síðani. Í henni stendur í tí partinum, sum nevnist Uttan fyri avtalu, undir punkt 11 soleiðis: Settur verður arbeiðsbólkur við umboðum fyri Føroya Lærarafelag, skúlamyndugleikarnar og kommunur at orða tilmæli um viðlíkahald av søvnum o.ø. Tilmælið skal vera liðugt 1. juli 2000. Miðað verður ímóti, at hetta verður gjørt við støði í næmingatali, hølum og tímanýtslu.
- Burtursæð frá, at tíðarfreistirnar fyri, nær tilmælið skuldi verða liðugt, eru fluttar, so er tilmælið um viðlíkahald av søvnum liðugt frá Mentamálastýrisins síðu, sigur Óli Holm.
Undir punkt 7 í semjuni stendur: Niðurskurðurin fyri at røkja teldur verður frá 1. august til 31. desember 2000 roknaður soleiðis: Næmingatalið í skúlanum 1. september x 0,015 + talið av teldum í skúlanum 1. september x 0,05. Frá 1. januar 2001 verður lagt afturat: + talið av lærarum x 0,02.
Samráðingarrætturin viðvíkjandi lønarviðurskiftunum hjá lærarum liggur sum kunnugt ikki hjá landsstýrismanninum við mentamálum.
- Mentamálastýrið hevur ikki heimild til at binda landskassan at gjalda fyri samsýning av at viðlíkahalda kommunal søvn, og hevur sambært galdandi lógum og reglum heldur ikki heimild til at áleggja kommununum at gjalda limum Føroya Lærarafelags fyri at viðlíkahalda søvn á kommunalu skúlunum, sigur Óli Holm.
Álit er skrivað um tørvin til niðurskurð víkjandi telduvørðum, og tilmæli sent Fíggjarmálastýrinum, um hvussu stórur partur av savnsrøktini er námsfrøðiligt og hvussu stórur partur er røkt.
- Vísandi til semjuna, er Mentamálastýrið av teirri sannføring, at stýrið hevur viðvíkjandi savnsrøktini og KT-vørðunum uppfylt tað, sum semjan hevur álagt Mentamálastýrinum at gera. Harumframt hevur Mentamálastýrið havt fund við bæði kommunufeløgini í november í fjør, har Føroya Kommunufelag gav til kennar, at tey ikki tóku undir við tilmælinum. Kommunusamskipan Føroya kundi taka undir við tilmælinum, men skuldi henda samsýning gjaldast av teimum, so skuldi pengar fylgja við, sigur Óli Holm.
Samskifti
Mentamálastýrið samskiftir enn við Kommunusamskipan Føroya fyri at finna loysnir, men hevur hetta higartil ikki givið nakað úrslit. Mentamálastýrið hevur hjá kommunudeildini í Tinganesi spurt seg fyri, um kommunudeildin har kann áleggja kommununum at gjalda sambært tilmælinum um savnsrøkt, men hevur fingið upplýst, at kommunudeildin kann ikki áleggja kommunum nakað, uttan so, at tað fyrst kann staðfestast eitt lógarbrot, í hesum førinum viðvíkjandi søvnunum. Hjá løgfrøðingi í Mentamálastýrinum og eisini hjá Fíggjarmálastýrinum hevur Mentamálastýrið kannað, um Mentamálastýrið kann samráðast við kommunurnar, tvs. Kommunusamskipan Føroya og Føroya Kommunufelag, um samsýning fyri søvn.
- Niðurstøðan er í báðum førum tann, at skulu samráðingar verða við Lærarafelagið um bindandi avtalur um savnsrøkt, liggur heimildin bara hjá kommununum. Hetta hevur Føroya Lærarafelag eisini fingið at vita frá Mentamálastýrinum, sigur Óli Holm.