Fiskidagar
Føroya Fiskimannafelag tekur als ikki undir við at skerja fiskidagarnar við heili 50%.
- Vit fara at standa saman við hinum feløgunum, sum eru samd um at seta tiltøk í verk, um uppskotið hjá Tórbirni Jacobsen, landsstýrismanni, vinnur frama.
Tað sigur felagið á heimasíðu síni.
MÚ heimild
Á fundi mánadagin fekk starvsnevndin í Meginfelag Útróðrarmanna heimild frá umboðsnevnd felagsins at seta tiltøk í verk, um fiskidagarnir verða skerdir, soleiðis sum landsstýrismaðurin hevur skotið upp.
Í gjár boðaði so Fiskimannafelagið frá, at felagið fer at standa saman við øðrum feløgum, um tiltøk verða sett í verk.
- Vit meta, at ein avleiðing av hesum uppskoti kann verða, at stórur partur av føroyska inntøkugrundarlagnum verður tikið frá Føroya fólki og verður latið fíggjarstovnunum at umsita.
Felagið sigur seg vilja verja ogn Føroya fólks saman við øðrum, sum tikið verður til.
Blokada hugsandi
Vit skulu langt aftur í tíðina – aftur til árið 1975, tá fiski-og útróðrarmenn seinast settu tiltøk í verk av tí slagi, sum hugsandi er kunnu koma upp á tal, um eitt nú Meginfelag Útróðrarmanna og Føroya Fiskimannafelag gera álvara av hesum.
Jan Højgaard sigur, at feløgini, sum umboða fiski-og útróðrarmenn, eru rættiliga samd um, at neyðugt er við tiltøkum, um skerjingarnar av fiskidøgum fara at ganga høvuðsvinnuni so nær, at grundarlagið verður tikið undan henni.
- Fyri okkum snýr hetta seg um lív ella deyð, og tí kunnu vit ikki sita hendur í favn, um lívgrundarlagið verður tikið undan okkara limum. Hetta snýr seg eisini um ogn Føroya fólks, sum ikki skal enda klórnum á fíggingarstovnum, ei heldur nøkrum fáum útlendskum og/ella føroyskum reiðarum.
Formaðurin í Fiskimannafelagnum sigur, at ein møgulig blokada av Havnarvág als ikki er óhugsandi – um neyðugt.
Vælskipað tiltak
- Kemur hetta so vítt, verður talan um vælskipaði viðurskifti, og talan verður als ikki um nakað óskil, sum hugsast kundi staðist av slíkum tiltøkum.
Jan Højgaard leggur dent á, at um neyðugt verður við tiltøkum, fara feløgini at ansa væl eftir, at einki drekkarí og óskil verður í hesum sambandi, sum hann tekur til.
- Vit skulu helst liva í einum góðum og friðarligum landi, leggur hann aftrat.










