Síðani á ólavsøku hava Sosialurin og Dimmalætting verið prentað í Danmark, tí tá stongdi Prentmiðstøðin, sum hevur prentað øll bløð í Føroyum síðani 2000, tá Dimmalætting og Sosialurin løgdu prentsmiðjurnar saman. Seinastu árini hevur P/F Tjaldur átt meirilutan í Prentmiðstøðini saman við Sosialinum, sum átti minnilutan. Nevndin í Prentmiðstøðini gjørd av í fjør at niðurleggja virksemið hjá Prentmiðstøðini, og tí máttu bløðini leita sær til Danmark at prenta.
Bløð hava verið prentað í Føroyum síðani 1851, tá Niels Winther prentaði fyrsta eintakið av Færingetidende: So við Prentmiðstøðini fór 170 ára gamla blaðprentyrkið í Føroyum í søguna.
Haldarar fáa bløðini við Posta mánadagin.
Allir haldarar hjá Sosialinum kunnu tó lesa blaðið á netinum á www.sos.fo.
Tað gera haldarar við at logga á við haldaranummarinum, sum er stemplað á forsíðuna ella baksíðuna á bløðunum, sum koma við Posta, og sum stendur á faktarunum til haldaragjaldið.
Allir haldarar hjá Dimmalætting kunnu lesa blaðið á netinum á www.dimma.fo.
Tað gera haldarar við at logga á við brúkaranavni og loyniorði, og síðan fara undir tað sum eitur “Blaðið á netinum”.