Blóðtøppar gera um seg í íshokki

Triðju ferð innan stutta tíð hevur ein NHL-spælari fingið blóðtøpp.

Heimsins besta íshokkideild, NHL, hevur seinastu tíðina verið skakað av blóðtøppum. Pascal Dupuis, Kimmo Timonen og Tomas Vokoun hava allir fingið blóðtøpp innan stutta tíð, og tað hevur vakt undran, hvussu nakrir frískir og kropsliga væl vandir leikarar kunnu vera út fyri somikið álvarsligari sjúku.


Meðan Timonen og Vokoun eru við at koma fyri seg aftur og aftur spæla íshokki, so hevur Dupuis júst fingið ein tilburð og skal taka blóðtynnandi í eitt hálvt ár. Hetta tíðarskeiðið sleppur hann ikki at spæla íshokki.


Orsøkin til teir nógvu blóðtøpparnar finst helst í 10.000 metra hædd. Leikararnir flúgva nevniliga ógvuliga ofta og gjarna beint eftir dyst, har tað snýr seg um at vera skjótur úr skiftirúminum og beint í flogfarið.


At ferðast nógv og íðka harðan kropsligan ítrótt kann vera vandamikið. Leikararnir, sum í hesum føri eru úr NHL, seta seg í eitt flogfar beint eftir at teir hava kýtt seg alt teir eru mentir, og saman við lága luftrýstinum uppi í hæddini økir hetta um vandan fyri blóðtøppi.


- Stillstandandi blóð hevur lyndi til at seta seg í blóðæðrarnar og skapa ein blóðtøpp. Hesir blóðtøppar kunnu steingja blóðæðrarnar og skapa eina krímreaktión. Í summum førum loysnar blótøppurin, men blóðtøppurin kann eisini streyma við blóðinum upp í hjartað og lunguni og kunnu elva til blóðtøpp í lungunum, skrivar heimasíðan sundhed.dk, sum hevur sett sjóneyguna á mongu blóðtøpparnar í NHL.


Harafturat verður víst á, at tað er vandamikið at ikki hava fingið nóg mikið av vætu áðrenn farið verður á flog.


- Um kroppurin er turkaður vegna manglandi vætu, økir tað um vandan fyri blóðtøppi. Blóðið verður tjykri, tað flýtur seinri og tað hevur lættari við at leggja seg. Lága lufttrýstið í flogfarinum ger eisini støðuna verri, skrivar heimasíðan.


Tað eru harvið tær nógvu flogferðirnar upp á eitt stutt kappingarár, sum sigast vera høvuðsorsøkin til mongu blóðtøpparnar í amerikonskum íshokki. Blóðtøppar hava hug at ganga í arv, men nógvu flogferðirnar betra so ikki um støðuna, skrivar sundhed.dk.