Nógv ymiskt er á skránni, tá mánaðarliga tiltakið Orð og tónar verður aftur á skránni í Reinsarínum hóskvøldið.
Meinhard Jensen fer at práta við Sámal Soll um nýggja stuttsøgusavnið Glasbúrið, ið Sámal júst hevur givið út, umframt at Jákup Veyhe lesur onkra søgu úr savninum upp.
“Festen” hjá Thomas Vinterberg syndraði ímyndina av fullkomnu familjuni og setti sjóneykuna eirindaleyst á blóðskemd, tá ið filmurin kom út. Nú er filmurin ikki bara settur upp sum leikur, men er eisini føroyskaður. “Veitslan” verður framførd í Føroyum í løtuni. Nakrir av leikarunum vitja Orð og tónar, har tey fara at framføra eitt brot úr leikinum.
Einaferð las Sverri Egholm, sáli, íslendska stórverkið Jón Árason upp í útvarpinum. Nú verður bókin givin út. Týðarin Heðin M. Klein fer at hugleiða um bókina, og okkurt brot verður spælt úr upplestrinum hjá Sverra.