Blóðskeivt

Nýggja eldralógin fer at skapa A og B eldraøki í landinum, heldur Signar Dam, kommunulækni.

 

Signar Dam er als ikki samdur við Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum, tá hon sigur, at útleggingin av eldraøkinum til kommunurnar er størsta sosiala frambrotið í nýggjari tíð í Føroyum. Blóðskeivt, er bersøgna viðmerking hansara. Hann ber stóran ótta fyri, at alt als ikki verður so gott eftir 1. januar, sum landspolitikkararnir vilja vera við.

 

Serliga óttast hann, at ongar ásetingar eru í lógini, um hvat økta fíggingin hjá kommununum skal nýtast til. Tær fáa so og so nógvar milliónir afturat, sum viðbót fyri at yvirtaka eldraøkið, men eingin áseting er í lógini, ið sigur, at peningurin skal nýtast til eldraøkið.

- Tað verður heilt upp til politikkararnar í teim 8 sosialøkjunum at avgera, um tillutaði peningurin verður nýttur til sosialøkið ella til eitt havnalag, skrivar hann í lesarabrævi í dag.

 

Á ráðstevnuni, sum Landsfelag Pensjónista skipaði fyri herfyri, nevndu fleiri fundarluttakarar og umboð fyri tað almenna, at lógin einans er ein rammulóg. Ongastaðni verður skrivað nakað um, hvørjar tænastur kommunurnar eru álagdar at veita teimum eldru. Signar Dam óttast, at hetta fer at skapa A og B økið í landinum, hvat eldraøkinum viðvíkur.

- Sostatt eru ongi minstamørk fyri, hvørjar tænastur økini skulu veita sínum eldru borgarum, og verður ikki tespiligt at gerast eldri í einum veikum B-øki.

 

Signar Dam ivast ikki í, at størsta sosiala frambrotið í nýggjari tíð er tá fólkapensjónin var sett í gildi í 1959.

- Hetta var ein lóg, sum var uttan lýtir, og sum kom øllum borgarum til góðar, tá teir náddu 67 ára aldur.

 

Les lesarabrævið hjá Signari Dam her.