At man skal broyta fyri at varðveita munnu tað vera ósemjur um, men blóðpylsan, sum mundi vera minkandi millum føroysku familjurnar, hevur nú fingið nýtt skap.
Matvirkið Krás í Hósvík er farið undir at framleiða blóðpylsur á ein heilt serligan hátt. Tey hava valt at gera blóðpylsurnar uttan at brúka indur og í staðin at framleiða tað sum aðrar pylsur á virkinum.
Alberg Gaardlykke, leiðari á Krás sigur, at orsøkin er tann, at tað hevði verið ov kostnaðarmikið at havt fólk at vaska vembur. Samstundis er tað ein lættari framleiðslumáti og meira vinarligt handilsprodukt, um mann kann fáa tað út vakuumpakka.
Tað hevur verið ætlanin hjá Krás í fleiri ár at fara at framleiða blóðpylsur, men loyvini hava ikki verið til tess. Nú loyvini eru komin í lag, eru framleiðslurnar byrjaðar beinan vegin.
Tað sum er ein útfordring hjá okkum, tað er at fáa so nógv burturúr einum kroppi sum til ber. Tá er blóðið ideelt til at fáa meira burturúr.
Tá blóðið er kólnað, verður tað gjørt til blóðpylsur á virkinum hjá Krás í Hósvík. Í staðin fyri at brúka vembur, brúka tey á Krás plastikbanar, sum eru egnaðir at kóka í.
Góð móttøka
Blóðpylsurnar liggja til sølu kring alt landið, og tað kann sigast, at móttøkan hevur verið góð, tí Krás hevur fingið umbønir frá handlunum um at fáa fleiri.
Tað eru færri, sum biða um blóð, og sum vaska vembur. Tí heldur Aalberg Gaardlykke, at tað munnu vera færri, sum gera blóðpylsur í dag enn undanfarnu ár.
Hann heldur eisini, at hetta, at fólk eru farin frá at gera blóðpylsur, kann geva summum eina nostalgiska kenslu, tá tey síggja tær í handlunum.