Erlend Auestad Danielsen, er føddur í 1993. Hann er norðmaður, men hevur rót í Føroyum.
Í ár er hann útbúgvin dansari á Kunsthøgskolen i Oslo, og nú kemur hann til Føroya at dansa á ólavsøku.
Hetta er samstundis fyrsta verkætlanin í summar. Tað er framførslan, hann kallar Blóðfloyal. Talan er um einmansdans og tað er ókeypis at hyggja.
Framførslur verða á Býarbókasavninum 27 juli og ólavsøkuaftan klokkan 17, og í Studio Bloch ólavsøkuaftan og ólavsøkudag klokkan 20.
Hann sigur, at hetta er mest hugsað at vera ein framførsla fyri vaksin, men børn eru eisini vælkomin.
Hann sigur, at í blóðfloyal granskar hann mótsetningarnar, hann sjálvur minnist úr Føroyum.
- Náttúran er ómetaliga vøkur, men er eisini merkt av ringum veðri, men tað sigst, at tað er ígjøgnum mótsetningar, at vit skilja heimin, sigur hann.
Hann sigur, at hugskotini til framførsluna eru frá minnum, lukti, smakki, og hansara persónligu sambondum í Føroyum.