Blóð skal vaskast úr laksinum

- Hóast tað er eyðsæð, at blóð og annað skal reinsast burtur, verður hetta ikki altíð gjørt í nóg stóran mun, sigur Fiskaaling.

Ein grein um tað, sum rópt verður ”gaping” í laksi, er komin út í vísindaliga tíðarritinum, Aquaculture Research. Ása Jacobsen, sum er Ph.D.lesandi, hevur skrivað greinina saman við Jonhardi Eysturskarð og Hóraldi Joensen.

 

- Góðska á laksaflaki er av stórum týdningi fyri at fáa góðan søluprís. Fløk, sum lætt detta sundur ella eru bleyt, eru torfør at arbeiða víðari við, um ætlanin er at selja meira viðgjørda matvøru - og ikki bert heilan laks ella heil fløk.

 

- Tískil verður nógv granskað í góðsku á alifiski, veit Fiskaaling at siga.

 

Í greinini hjá Ásu, Jonhardi og Hóraldi verður greitt frá, hvussu ávísir framleiðsluhættir í laksaaling kunnu ávirka góðskuna á flakinum.

 

- Ein royndaruppseting hevur verið gjørd í samstarv við HiddenFjord, har tríati laksar vórðu tiknir frá við vanligari tøku. Í royndini varð kannað, hvørja ávirkan reinsingin av búkholuni hevur, eins og køling frá tøku til goymslu.

 

Á Fiskaaling siga tey, at hin fyrsta royndardagin vórðu ymiskar mátingar gjørdar, og eftir sjey dagar á goymslu vórðu aftur aðrar góðskumátingar gjørdar.

 

- Royndin vísti, at tað hevur stóran týdning, at laksurin verður reinsaður fyri blóð og aðrar kropsvætur. Tað gevur betri góðsku á flakinum. Laksur, ið ikki varð reinsaður væl, hevði bleytari fløk og fleiri hol og rivur í flakinum - ella tað, ið rópt verður ”gaping”.

 

Lagt verður aftrat, at hóast tað er eyðsæð, at blóð og annað skal reinsast burtur, áðrenn laksurin verður koyrdur á kuldagoymslu, verður hetta ikki altíð gjørt í nóg stóran mun.

 

- Tað krevur nærlagni at reinsa búkholuna nóg væl. Um hædd ikki verður tikin fyri reinsingini, kann tað ávirka úrslitini, vita tey á Fiskaaling at siga.