Kreppan í Barcelona er fyribils útsett á ítróttarliga økinum. Annan dystin upp í slag vinnur Barcelona, har Lionel Messi, Luis Suarez og Neymar skora. Hesa ferð í oddadystinum móti Atletico Madrid.
Les eisini: Kreppurakt Barcelona vann stórt
Barcelona byrjaði dystin í fullari ferð. Longu áðrenn eitt korter varð spælt hevði Neymar lagt Barcelona á odda 1-0. Í minuttinum aftaná kundu Luis Suarez og Neymar havt økt. Tíggju minuttir fyri hálvleik kom so málið. Lionel Messi spældi Luis Suarez leysan og so var 2-0.
Les eisini: Gamal kenningur skal bjarga Barcelona
Í seinna hálvleiki kom Atletico Madrid seg. Teir fingu brotsspark, sum Mario Mandzukic umsetti til mál. Stutt fyri tíð avgjørdi Lionel Messi dystin, tá hann úr stuttari fjarstøðu trillaði bóltin í málið.
Blóð og ballada
Dysturin var merktur av høgum intensiteti, balladu millum spælararnar og til tíðir ógvusligt spæl. Umframt tað var eisini ónøgd við fleiri dømingar. Longu tíðliga í dystinum bleiv Neymar taklaður soleiðis at hann fór at bløð illa í øklinum. Hetta sást væl á hvítu sokkunum, sum hann hevði innanfyri bláa Barcelona sokkin. Hetta komu tað nógvar myndir burturúr.
Les eisini: Kreppa í Barcelona
Sum heild vóru nógvar taklingr og samanstoytir, har dómarin hevði úr at gera við at halda skil á. Í samband við málið til 2-0 brúkar Lionel Messi armin, tá hann skal temja bóltin. Hetta bleiv ikki dømt og fekk øði í spælararnar hjá gestunum úr Atletico Madrid.
Les eisini: Stoitckov: Barclona oyðileggur Suarez
Í hinum endanum varð Lionel Messi dømdur fyri at gera brotsspark, tá hann taklaði Atletico Madrid spælara. Tað var ikki meir enn Lionel Messi rakti Atletico Madrid spælaran. Hetta fekk øði í spælararnar hjá Barcelona.
Real Madrid vann við 10 monnum
Real Madrid er framvegis eitt stig frammanfyri Barcelona, sum hevur spælt ein dyst fleiri. Teir vunnu í gjár 3-0 á Espanyol. James Rodriquez, Gareth Bale og Nacho Fernandez skoraðu málini. Serliga frísparksmálið hjá Gareth Bale var framúr flott.
Tíðliga í seinna hálvleiki fekk Fabio Coentrao bleinleiðis reytt kort. Tað broytti ikki tað stóra í dystinum. Real Madrid hevur annars tapt tveir teir fyrstu dystirnar í 2015.