Mánadagin beyð Hans Blix starvsfólkunum á 31. hædd á ST-høvuðsborgini í New York farvæl. Hansara seinasti arbeiðsdagur í tænastu hjá altjóða samfelagnum var liðugur.
Fáur man hava verið so nógv umrøddur og so umstríddur eftir so stuttari tíð sum Hans Blix, og orðalagið var ikki altíð so vakurt.
- Jú, sanniliga hava søgurnar um meg verið nógvar. Nógvar teirra komu frá einstaklingum í Washington, sum lógu eftir mær, segði hann við norsku tíðindastovuna tann seinasta arbeiðsdagin.
Hans Blix hevur fleiri ferðir sagt, at tað er ikki komið óvart á hann, at amerikanarar og bretar ikki hava verið førir fyri at finna nøkur hópoyðingarvápn í Irak. Hann heldur, at amerikansku upplýsingarnar um tey nógvu hópoyðingarvápnini eiga at læra amerikansku stjórnina, at hon skal vera varin við at taka allar upplýsingar frá fregnartænastunum fyri fult. Søgurnar um rannsóknarstovur á hjólum, metalrør og uran úr Niger vórðu als ikki kannaðar, áðrenn tær vórðu almannakunngjørdar.
- Nú hava amerikanararnir verið næstan líka leingi í Irak sum vit, og teir biðja umheimin geva tol, sigur Hans Blix. Tað var ikki orðalagið í Washington, tá Blix og hansara menn vóru í Irak.
Spurdur, hví irakar góðtóku handilstiltøk, kann-ingar og enntá eitt kríggj, um teir ikki høvdu nøkur hópoyðingarvápn, svarar Hans Blix, at tað helst hevði nakað við stoltleika at gera.
Men nú er hann liðugur við sín part av arbeiðinum. Men eitt lyfti hevur hann: Hann ætlar sær at skriva eina bók um arbeiðstíðina hjá ST.