Føroyska U21-landsliðið skuldi í dag spæla um 15. plássið í HM-endaspælinum í Algeria. Mótstøðuliðið var Svøríki, sum í gjár trýsti Týskland heilt út í longda leiktíð, har teir at enda taptu 31-28.
Tað gekk ein løta áðrenn hol kom á málskjótingina, men í 4. minutti legði Fríði Weyhe Føroyar á odda 1-0. Liðini fylgdust til støðuna 2-2, men so byrjaði Svøríki at renna undan, og teir gulu steðgaðu ongantíð aftur.
Eyðkendi føroyski stríðshugburðurin var ikki at síggja í fyra hálvleiki, og harumframt var ferðin lág. Sviar sluppu lættliga til skot, og teir takkaðu fyri – seinastu løtuna runnu teir avstað og sluppu til hálvleiks á odda 19-11.
Føroyar fingu tvey tey fyrstu málini í seinna hálvleiki, men við støðuna 19-13 koppaði tað aftur til Svøríkis, sum revsaði eitt eyðsæð troytt føroyskt lið, sum ikki líktist sær sjálvum í dag og eisini endaði við at fáa ein avsmurning.
Svøríki setti ongantíð ferðina niður, og eina løtu vóru teir á odda við 13 málum. Tað endaði við, at Svøríki vann 33-21. Ein harmiligur endi, men ikki slepst undan søguliga avrikinum hjá føroysku monnunum, sum blivu nummar 16 út av 24 liðum í HM-endaspælinum.
Føroyar – Svøríki 21-33 (11-19)
Málskjúttar: Jónas G. Djurhuus 4, Áki Egilsnes 4 (2), Hilmar Leon Jakobsen 3, Helgi H. Hoydal 2, Pætur Mikkjalsson 2, Rói Berg Hansen 2, Fríði Weyhe 2, Kjartan Johansen 1, Pætur Thomsen 1
Samrøður við venjarar og leikarar verða at hoyra á in.fo seinni í dag. Beinleiðis tekstafrásøgnin, sum in.fo hevði frá dystinum, er at lesa niðanfyri:
Føroyar – Svøríki
Liðugt: 33-21 til Svøríki bleiv endaliga úrslitið. Áki Egilsnes skorar við brotskasti í síðsta sekundi.
58min.: 32-20 til Svøríki.
55min.: 31-19 til Svøríki. Væl spælt og Rói Berg Hansen skorar.
54min.: 31-18 til Svøírki. Teir smekka til útifrá og skora. Føroyar taka timeout.
53min.: 30-18 til Svøríki.
51min.: 29-18 til Svøríki. Tað líkist meira og meira einum stórtapi.
50min.: 28-18 til Svøríki.
48min.: 26-18 til Svøríki. Jónas G. Djurhuus fær bóltin í málið.
46min.: 25-17 til Svøríki. Pætur Mikkjalsson skorar beint aftaná timeout.
45min.: 25-16 til Svøríki. Føroyar taka timeout.
44min.: 24-16 til Svøríki. Hilmar Leon Jakobsen skorar aftur.
43min.: 24-15 til Svøríki. Helgi H. Hoydal fær tveir minuttir.
42min.: 23-15 til Svøríki. Hilmar Leon Jakobsen hevur minkað um munin.
38min.: 22-14 til Svøríki. Føroyar hava ilt við at sleppa til skot.
35min.: 20-14 til Svøríki. Niklas Simonsen hevur staðið væl í seinna hálvleiki higartil.
32min.: 19-13 til Svøríki. Áki Egilsnes og Rói Berg Hansen skora.
Hálvleikur: 19-11 til Svøríki. Teir skora beint áðrenn hálvleikssteðgin. Alt ov lættliga.
29min.: Svøríki tekur timeout.
28min.: 18-11 til Svøríki. Teir skora umvegis brotskast.
27min.: 17-11 til Svøríki. Áki Egilsnes við brotskasti, og nú er Svøríki í undirtali.
25min.: 16-10 til Svøríki. Vongleikararnir hjá Svøríki fáa gott pláss. Teir skora aftur alt fyri eitt.
25min.: 15-10 til Svøríki. Niklas Simonsen er komin í føroyska málið – hann bjargar, og í hinum endanum skorar Pætur Mikkjalsson á strikuni.
22min.: 15-9 til Svøríki. Vit taka málverjan út, og í álopsspælinum verður bólturin mistur og svenski málverjin skorar í eitt tómt mál.
21min.: 14-9 til Svøríki. Teir duga væl at spæla í yvirtali, so føroysku útvísingarnar kosta.
21min.: Hilmar Leon Jakobsen fær tveir minuttir.
21min.: 13-9 til Svøríki. Jónas G. Djurhuus skorar. Hann og Hilmar Leon Jakobsen eru komnir inn og seta meira ferð á.
20min.: 13-8 til Svøríki. Teir sleppa ov lætt til skot.
20min.: 12-8 til Svøríki. Hilmar Leon Jakobsen skorar.
16min.: 10-7 til Svøríki. Helgi H. Hoydal hevur skorað tvær ferðir afturat.
14min.: Dysturin er byrjaður aftur.
14min.: Streymurin er framvegis ikki komin aftur. Nøkur fá neyðljós eru tó tendrað, so leikararnar royna at halda seg heitar á vøllinum.
14min.: Tað er steðgur í spælinum, tí ljósið í høllini er farið.
13min.: 8-5 til Svøríki. Helgi H. Hoydal og Fríði Weyhe hava skorað.
12min.: 6-3 til Svøríki. Jónas G. Djurhuus skorar.
11min.: 6-2 til Svøríki. Áki Egilsnes roynir kanónina, men rakar omanfyri. Føroyar taka timeout.
10min.: 5-2 til Svøríki. Teir spæla seg leysar í yvirtali.
9min.: 4-2 til Svøríki. Vilhelm Poulsen heldur fast í verjuni. Ov fast, og tí fær hann tveir minuttir.
8min.: 3-2 til Svøríki.
6min.: 2-2. Kjartan Johansen javnar.
6min.: 2-1 til Svøríki. Vit koma ikki til skot, og Svøríki tekur av í hinum endanum.
4min.: 1-0 til Føroyar. Loksins kom fyrsta málið, og tað eru Føroyar og Fríði Weyhe, sum skorar.
1min.: Eitt sindur øðrvísi føroyskt lið í dag. Hørður Trygvason byrjar í málinum, og Pætur Johansen hevur loyst Jónas G. Djurhuus sum spælstýrari.