Blitz í Rex hetta vikuskiftið

Hetta vikuskiftið kunnu áhoyrarar verða ´púra vekk´ í Jóannes Lamhauge og teimum, ið mynda nýggja superbólkin í Føroyum. Blitz eitur bólkurin, sum fer at spæla í Rex fríggjakvøld og leygarkvøld. Talan er um ein føroyskan dansitónleikabólk, sum leggur seg eftir at spæla lættan og dansivinarligan tónleik. Teir bjóða eitt fjølbroytt tyssi av løgum, alt frá gomlum slagarum til safog og pumpandi løg og tí allar-nýggjasta, sum kemur út.

 

Blitz er ein spennandi og áhugaverd samanseting av royndum og nýggjum tónleikarum.

Umframt Jóannes Lamhauge, ið syngur, situr James Olsen handan trummurnar. Høgni Fagraberg, gittarleikarin úr Páll Finnur Páll, er eisini við.

 

Jens Tummas Næs, sum fleiri kenna frá tíðini við Kjølum og All That Rain, spælir bass. Og so er tað nýggja stjørnuskotið á tangentunum, Hilmar Kass.