Jóannes Lamhauge og co. spæla í Rex komandi vikuskifti.
Fríggjakvøldið í Rex er 18 ára aldursmark, og tað verur ókeypis atgongd áðrenn kl. 02.00. Eisini verur double upp til kl 02.00
Nýggi føroyski bólkurin Blitz spælir bæði fríggjakvøldið og leygarkvøldið.
Blitz hevur virkað í nakrar mánaðir og hevur longu víst, at hann dugir at fáa fólkið at kóka.
Tónleikurin er bæði føroyskur og útlendskur.
At bólkurin er mannaður av sjeikaligum monnum, ger tað ikki verri.
Frontfigurur er Jóannes Lamhauge, maðurin ið í løtuni hittar við lagnum ´Púra vekk í tær´.
Handan trummurnar situr tann altíð sjarmerandi James Olsen.
Høgni Fagraberg, gittarleikarin úr Páll Finnur Páll, er eisini við.
Jens Tummas Næs, sum fleiri kenna frá tíðini við Kjølum og All That Rain, spælir bass.
Og so er tað nýggja stjørnuskotið á tangentunum, Hilmar Kass.