Laksur
Í Noregi hava granskarar funnið fram til, at nógv laksasmolt hjá villum laksi gerast blind.
Laksur, sum er raktur av súrevni úr luftini og aluminiumsdálking, kann fáa álvarsligar eygnaskaðar.
Sagt verður, at blindur laksur eitt nú er meira útsettur fyri at fáa lús.
Granskarar meta, at eygnaskaðarnir kunnu vera atvoldin til, at so fáir laksar eru at síggja í áunum í Noregi.
Blindur villaksur