Blindur maður sær aftur

Ein nýggj tilgjørd hornhinna hevur nú gjørt, at ein maður, ið gjørdist blindur fyri tíggju árum síðani, aftur sær, skrivar Sky News. Norman Simpson skaddi hornhinnuna álvarsliga á eina góða eyganum í einari vanlukku. Hornhinnu skurðviðgerðir frá donoreygum hjálptu ikki, og frá læknunum fekk hann at vita, at har var ikki meiri at gera.

Men ein tilgjørd hornhinna hevur nú ført til, at hann fær lisið bløð ? og sær konu sína aftur.

- Tann fyrsta eg sá eftir skurðviðgerðina, var Carmel. Hon kom yvir til mín, og eg sá hennara smílandi andlit, tað var ótrúligt. Eg havi ikki rættiliga sæð hana í tíggju ár, segði Normal Simpson.

Sheraz Daya, læknastjóri á Centre for Sight í Sussex sigur, at tøknin kann hjálpa umleið 5.000 sjúklingum í Bretlandi, sum eru blindir orsakað av hornhinnuni.

Hon sigur, at tað er nógv lættari at gera hesa skurðviðgerðina enn at læra tey at lesa Braille og at finna veg.

- Og so gevur tað teimum eisini eitt nógv størri lívsvirði, sigur Sheraz Daya við Sky News.

Enn eru bert fáir sjúklingar í Bretlandi, sum hava fingið hesa skurðviðgerðina, men gransking vísir, at við dagligum antibiotiskum droppi og jøvnum kanningum skuldi tilgjørda hornhinnan hildið í nógv ár, skrivar Sky News.