Blindtalv á høgum støði

Tólv stórmeistarar leika í hesum døgum eina serliga kapping, har blindtalv og kviktalv verður samansjóðað.

Talv
Carl Eli Nolsøe Samuelsen (Lítil mynd av Carl Eli setast við)
Telvað verður í Monaco, og hendan eftirhondini siðvanda kapping kallast Melody Amber Tournament. Teir sterku hava altíð verið hugtiknir av hesu kapping, har man bæði leikar kviktalv (25 min. hvør) og blindtalv móti sama mótstøðumanni. Tólv telvarar, og tískil leikar hvør telvari ellivu blindtalv og ellivu kviktalv. Burturfrá Kasparov, hava Kramnik, Anand, Leko, Shirov, Topalov og aðrir elitutelvarar oftani luttikið, og soleiðis er støðan eisini í ár.
Stuttligt er serliga at síggja hvussu stjørnurnar royna seg í blintalvi. Tað hendir seg at teir í einum leiki missa frúgv - eitt nú bleiv frúgvin hjá Shirov fangað í byrjanarspælinum í talvinum ímóti Kramnik - men annars er telvingin merkt av ótrúligum presisum útrokningum. Eisini heilt úti í endatalvinum telvað teir sum rættir stórmeistarar.
Skipanin í blintalvið í kappingini er soleiðis, at hvør telvari situr við teldu, har eitt tómt talvborð er á skerminum. Teir flyta so leikin við músuni, og mótstøðumaðurin sær leikta leik á skerminum júst sum hann er fluttur, og eftir fluttan leik verður talvborðið aftur tómt fyri talvfólkið. Tvs at ein sær bert seinast leikta leik á skerminum í eina stutta tíð.
Leko legði bestur út, men hevur allatíð verið hóttur á stigatalvuni av Kramnik, Anand, Gelfand, Morozevich og Topalov. Kramnik misti nøkur fet í oddastríðnum við sínum 2-0 tapi á Morozevich í áttanda umfari, sum varð leikt sunnudagin. Blintalv teirra er við í blaðnum í dag.
Anand legði seg framum Leko og hinar í 7-8. umfari, men bert hálvt stig er niður til teir næstu í røðini.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Støðan:
Anand   10,5
Moroz.  10,0
Leko     10,0
Gelfand 10,0
Topalov 9,5
Kramnik            8,5
Bareev  8,0
Almasi  7,5
Ivanchuk            7,0
Van Wely            7,0
Shirov   6,5
Ljubojevic            2,0
 
Kappingin er hørð og jøvn í toppinum, nú tað restar trý umfør í. Óvæntað liggur Shirov í tyngra endanum.
Gelfand hevur rættiliga leikt nógv góð blintalv. Hann hevur seks stig av átta møguligum í blintalvi, meðan Kramnik kemur næstur á tí økinum við hálvum sætta stigi. Anand er sum væntað suvirenur í kviktalvi, har hann hevur ognað sær seks stig, eins og Bareev hevur.