- Eg minnist væl tann dagin, eg viðgekk fyri mær sjálvari, at nú var eg veruliga blind. Tá var eg farin í gongd við at baka, og ístaðin fyri at brúka kanel, brúkti eg karry, tí eg sá ikki at lesa á kryddarípakkanum. Akkurát tá upplivdi eg tað sum eitt stórt niðurlag at vera blivin blind.
Soleiðis sigur Ruth Thomsen, sum tó hevur bakað líka síðani.
- Frá tí degnum valdi eg at brúka hinar sansirnar heldur enn sjónina. Tí har var eingin sjón, sigur Ruth Thomsen.
Hon er fødd við eini arvaligari eygnasjúku, Retinitis Pigmentosa, sum niðurbrýtur nethindina, og tískil hevur Ruth Thomsen altíð havt trupulleikar við sjónini. Tað var tó ikki fyrr enn hon var mitt í 20unum, at hon gjørdist veruliga blind.
Høvdu illgruna
Hóast Ruth Thomsen hevur havt sjónina barna- og ungdómsárini, ivast hon í, hvussu væl hon hevur sæð.
- Eg rokni ikki við, at eg nakrantíð havi havt eina vanliga sjón. Omma mín plagdi at fortelja, at sum trý ára goul stóð eg ofta bara og græt, tá vit vóru útferð í haganum. Ivaleyst havi eg longu tá ikki sæð væl og tískil ikki kunnað yvirskoða sjóruta undirlendið, greiðir Ruth Thomsen frá.
Tá hon fór í fyrsta flokk, gjørdist familjan fyri fyrstu ferð greið yvir, at hon møguliga hevði trupulleikar við sjónini.
- Mamma legði til merkis, at okkurt var galið, tá eg ein dagin segði við hana, at tað var so nógvur mjørki úti. Hon sá ongan mjørka, tí tað var púra klárt í veðrinum. Mamma fór tá við mær til eygnalæknan, og hann staðfesti, at eg var ógvuliga nærsýnt. Men eingin hugsaði um nakra sjúku, fortelur Ruth Thomsen.
Árini gingu, og Ruth Thomsen, sum var 12 ára gomul, varnaðist, at hon bleiv rættiliga myrkablind. Júst hetta, at síggja illa í myrkri, er eitt vanligt tekin, tá sjónin hjá fólki viknar nógv.
- Eygnalæknin í Føroyum fekk illgruna, um at eg kanska hevði eina eygnasjúku, og eg bleiv send til Danmarkar. Og tá bleiv sjúkan staðfest. Læknin segði, at antin kom sjúkan at standa í stað, ella versnaði hon, og eg kom sostatt at verða blind, fortelur Ruth Thomsen og minnist aftur á, hvør hennara fyrsti tanki var, tá hon fekk hesi boðini.
- Á nei, nú fái eg ongantíð koyrikort! At eg fór at blíva blind, hugsaði eg als ikki um
Byrgdi seg inni
Tá Ruth Thomsen var 25 ára gomul, gekk av álvara niður eftir bakka við sjónini, og áðrenn hon visti av, hevði hon mist sjónina.
- Líka inn til tá hevði eg eitt lítið sindur av sjón, og eg gøllhelt í, at eg ikki var blind, men sjónveik. Eg vildi ikki vera blind. Tað var tað ringasta orðið at taka í munnin fyri meg. Onkursvegna royndi eg at bagatellisera tað, tá eg í roynd og veru einki sá, sigur Ruth Thomsen.
Seinastu 20 árini hevur Ruth Thomsen livað sum blind, og tað einasta hon sær, er munurin á myrkri og ljósi. Sostatt leggur hon til merkis, tá tað er ljóst ella myrkt úti.
Tá Ruth Thomsen lítir aftur á fyrstu tíðina sum blind, minnist hon aftur á eina tunga tíð.
- Í nokkso nógv ár læsti eg meg so at siga inni í mínum egna heimi, tí alt uttanfyri var so avbjóðandi. Tú kemur jú í so nógvar óvæntaðar støður, tá tú ert úti. Harafturat vildi eg ikki síggja blind út, tí mann vil so gjarna fella inn í mongdina, og eg vildi ikki líkjast frá við at ganga við tí hvíta stavinum. Eg hevði eina hugsan um, at fólk tóku synd í mær, og tað vildi eg fyri alt í verðini ikki hava, fortelur Ruth Thomsen og heldur fram:
- So eg valdi løttu loysnina, sum ikki altíð er tann besta, og var bara heima og dámdi einki væl at fara út til tiltøk ella bara føðingardagar hjá teimum nærmastu.
Ræddist hundar
Ruth Thomsen sigur, at tey, sum minnast seg frá tí tíðini, duga væl at síggja, at hon er ein heilt annar persónur í dag, tí hon er nógv úti til tiltøk, fer í veitslur og dámar annars bara væl at vera úti til ymiskt.
- Høvuðsorøkin, at eg havi tað so mikið gott í dag, er, at eg gótók mína støðu. Tú ert blind, tú sært einki, og so mást tú taka tað harfrá. Og tað gjørdi eg so, sigur Ruth Thomsen og vísir á, at hon av álvara góðtók sína støðu, tá hon fekk bjóða førarahund í 2003.
- Eg havi ongantíð verið glað fyri hundar, og havi kanska verið eitt sindur bangin fyri teimum, og maður mín, Sólbjørn, hann hevur ræddst hundar ómetaliga illa. Tí var tað ikki nøkur løtt avgerð, at takka ja til ein førarahund, sigur Ruth Thomsen, ið minnist fyrstu ferð, tey fingu førarahundin Toke.
- Vit fóru til Danmarkar eftir hundinum, og eg minnist væl fyrstu náttina á hotellkamarinum við hundinum. Vit høvdu alt ljós tendrað, tí hvat nú um mann skuldi upp um náttina, og hundurin so var har, hvat um hann goyði, og hvat veit eg. Vit hava mangan flent eftir tí síðani, sigur Ruth Thomsen og flennir eisini nú, tá hon hugsar um fyrstu tíðina við hundinum.
- Men fyri at siga tað, sum tað er, so er tað eitt skeringspunkt í mínum blinda lívið, tá eg fekk Toke, sum var mín fyrsti førarahundur. Tað var, sum hurðar, ið eg hevði upplivað sum afturlatnar, lótust upp. Eg fekk størri sjálvsálit og størri árræði og fór út millum fólk aftur, sigur Ruth Thomsen.
Hundin Toke hevði hon í níggju ár, men – lagnunar speisemi – so bleiv hundurin blindur og mátti avlívast. At byrja við ætlaði Ruth Thomsen ikki at fáa sær nýggjan førarahund, men skjótt viðgekk hon, at lívið sum blind var munandi lættari við einum førarahundi.
- Tað er nógv lættari. Tú kanst ganga frítt og merkir veruliga, at tú hevur verið úti ein túr, tá tú gongur við hundinum. Við stavinum kennist tað so trilvandi, og tú hevur ikki somu fríheit. Tí valdi eg at fáa Audi, sum er mín nýggi førarahundur.
Fólk eru hjálpsom
Við hundinum er møguligt hjá Ruth Thomsen at fara túrar uttan at hava brúk fyri hjálp frá øðrum fólkum. Og tó.
- Tað kann koma fyri, at eg brádliga blívi desorienterað, tá eg gangi túr, men so skjótt fólk leggja til merkis, at eg síggi heldur ráðaleys út, koma tey til mín og spyrja, um eg havi tørv á hjálp, sigur Ruth Thomsen og leggur afturat:
- Nú síggi eg tað ikki sjálv, men eg haldi, at fólk fylgja væl við í, hvussu hundurin arbeiðir, tá vit eru úti, so síggja tey, at alt ikki er, sum tað skal vera, so hjálpa tey alt fyri eitt, sigur Ruth Thomsen.
Viðhvørt kann hon gott flenna eftir, at summi fólk eru rættiliga tilvitað um, hvussu tey orða seg, tá tey práta við seg.
- Fólk siga ofta ”nå, men vit síggjast”, og tað brúki eg eisini sjálv, men um onkur, sum eg ikki kenni so væl, kemur at siga tað, merki eg væl, hvussu fjálturstungin tey gerast og hava hug at orsaka og siga ístaðin ”vit hoyrast”. Men tá flenni eg bara, tí sjálv hugsi eg als ikki um tað, sigur Ruth Thomsen.
Tó er tað eitt, sum henni dámar lítið.
- Tá eg til dømis eri í eini veitslu, og onkur kemur við býtta spurninginum, um eg ikki veit, hvørji tey eru. Tað er tað ringasta, tú kanst gera við ein blindan persón, tí tú vilt so gjarna kenna allar røddir, men tað gert tú jú ikki altíð.
Mugu gera vart við seg
Tann 15. oktober er Dagur teirra blindu, har ljós verður kastað á umstøðurnar hjá blindum og sjónveikum. Spurd, hvussu tað er at liva sum ein blindur persónur í Føroyum í dag, letur Ruth Thomsen væl at.
- Um tú gert vart við eitthvørt, ið ikki er nóg gott, so royna fólk at bøta um trupulleikan, haldi eg. Eitt, sum vit blindu javnan tosa um, eru vánaligu gongubreytirnar her í Havnini. Fleiri staðni eru kantarnir niðurslitnir, og tað er ófantaligt at ganga, og er tað nakað, ið tú sum blind, ert ótrygg við, so er tað ójøvn undirløg, sigur Ruth Thomsen, ið tó fegnast um tær avmarkingarnar, sum eru frá rundkoyringini við Vesturkirkjuna og niðan til SMS.
Annars klárar hon seg væl í gerandisdegnum.
- Eg plagi at keypa inn við manninum um kvøldið. Hætti mær ikki at fara sjálv, tí vørurnar standa sjáldan sama stað í langa tíð. Sjálvandi ber til at brúka punktavmerkingar, men tað verður ikki so nógv brúkt longur. Tað er líka á apoteksvørum, at punktavmerking verður brúkt, fortelur Ruth Thomsen, sum eisini brúkar Facebook dagliga.
- Eg havi eitt taluforrit á telduni, sum lesur alt upp á føroyskum. Eisini ger teldan ljóð, soleiðis at eg veit, hvar eg eri, og hvat eg geri á telduni. Og tað riggar fínt, sigur Rut Thomsen og leggur afturat, at einastu hjálpartólini umframt hundin eru ein køksvekt við talu og ein liturmátari.
- Tú venur teg við at vera blind og finnur mátar at klára teg. Tað nyttar ikki, at tú hongur fastur í, at tú vilt síggja og vildi eg næstan sagt starir teg blindan upp á, at tú einki sær. Tá kemur tú ikki víðari í lívinum. Góðtekur tú støðuna, verður alt nógv lættari.