– Teir luttakandi bólkarnir hettar kvøldið vera vælumtókti Hallur Joensen við bólki sínum og so kemur ein bólkur úr Danmark, »Længselsfuglene« kalla teir seg, hettar er bólkur mannaður við fýra blindum monnum, sum spæla fjølbroyttan tónleik, sigur Ruth Thomsen, forkvinna í Blindafelagnum.
Blindafelagið hevur í samband við jubileumið skipað fyri øðrum spennandi tiltøkum eitt nú »máltíð í myrkri« og »konsert í myrkri«.
– Hettar er ikki eitt tílíkt tiltak, ljósið hettar kvøldið verður júst, sum vanligt er til tílík tiltøk, so lagt er upp til eitt hugnaligt kvøld við fjølbroyttum tónleiki, sigur Ruth Thomsen, forkvinna í Blindafelagnum.