Í amerikanska statinum Texas hevur ein republikanskur politikari skotið upp, at blind fólk skulu fáa loyvi at fara á veiðiferð við byrsu. Hann sigur, at tey blindu skulu hava ein ljóskastara á høvdinum. Ljósið skal fáa djórini at standa still, og so skal ein vegleiðari siga tí blinda, hvar djórið er. Ætlandi skal uppskotið viðgerast eftir nýggjár.










